Strandferðslan boðar frá broytingum og avlýsingum á leiðini um Suðuroyarfjørð í morgin.
Boðini frá ssl.fo eru hesi:
Vegna veður verður siglt soleiðis á leið 7: Hósdag 30. oktober Túrurin av Krambatanga kl. 11:30 verður fluttur til kl. 14:00. Túrurin úr Havn kl. 14:15 verður fluttur til kl. 17:00.
Túrurin av Krambatanga kl. 17:30 verður avlýstur. Túrurin úr Havn kl. 21:15 verður avlýstur.
Ferðandi við bílegging: Bíleggingar til kl. 11:30 og kl. 17:30 verða fluttar til kl. 14:00. Bíleggingar til kl. 14:15 verða fluttar til kl. 17:00. Bíleggingar til kl. 21:15 verða strikaðar. Bygdaleiðir í Suðuroy koyra í sambandi við broytingarnar á leið 7.










