Kappingarráðið mælir til betri útboðsreglur

Kappingarráðið hevur sent áheitan til landsstýrismannin í fíggjarmálum um betri útboðsreglur

Kappingarráðið hevur á fundi tann 29. apríl 2026 samtykt, at senda landsstýrismanninum í fíggjarmálum eina áheitan eftir §2, stk 5 í kappingarlógini, viðvíkjandi reglum um alment innkeyp og útbjóðing av almennum uppgávum.

 

Áheitanin er gjørd við støði í eini spurnarkanning, har føroyskar fyritøkur eru spurdar, um teirra royndir í samband við at tað almenna, serliga kommununar, keypir vørur og tænastur, og bjóðar út veitingar og verkætlanir.

 

Í áheitanini frá Kappingarráðnum verður mælt til nýggja útboðslóg, sum byggir á hesar grundhugsjónir:

 

  1. Gjøgnumskygni í útboðstilgongdini,
  2. Almennan og greiðan metingarleist,
  3. Krav um grundgeving,
  4. Kærumøguleika.

 

Niðanfyri er leinkja til áheitanina til landsstýrismannin og leinkja til spurnakanningina. 

 

Áheitan

 

Spurnakanning