Í løtuni verður mælt frá at drekka ókókað vatn úr kranunum í Haldórsvík, Langasandi og við Áir.
Tað siga tey í Sunda kommunu í dag.
- Av tí, at bakteriur eru staðfestar í drekkivatninum, verða fólk biðin um at kóka vatnið.
Lagt verður aftrat, at kommunan kemur við nýggjari dagføring, tá vatnið er í lagi aftur.









