fyri, hvussu leikur fer í kappingini í ár, tí um Kyndil vinnur, er vandi fyri, at tær rýma heilt frá hinum liðunum. VB kann iðra seg um, at tað ikki eydnaðist at fáa nakað stig, hóast tær høvdu greiða leiðslu [...] avrikið hjá VB var nógv, nógv betri enn móti Neistanum, og tað hevði ikki verið av vegnum, um tær høvdu vunnið dystin. Í fyrra hálvleiki vóru eisini greiðar ábendingar um, at botnliðið fór at gera ein vørr [...] men í staðin at lata Arnleyð Krosslá um serliga at ansa eftir henni og tarna henni, tá hon fór upp at skjóta. Hetta gjørdi Arnleyð so væl, at lyklaspælarin fram um aðrar hjá føroyameistarunum einki fekk
men nú er komið fram, at nógv av tí kongafiski, sum fæst undir 500 m. dýpi verður hildið at gera sami kongafiskur (deep sea mentella), sum er á landgrunninum hjá Grønlandi, Íslandi og Føroyum. Hetta verður [...] sum strandalond og eina nýggja semju um býti og síðani fara til NEAFC fyri at áseta endaliga heildarveiðu og býtið millum øll limalondini. Samráðingar um m.a. hetta mál verða í Brússel 10. februar í ár [...] fyri framtíðina. Eisini varð tikið fram málið um akustiskar ekkomátingar í Irmingarhavinum til tess at staðfesta nøgdir og fiskaslag, har dýpið er meira enn 500 m. og at størri orka verður løgd í vísundaligu
móti endanum og vann hálvleikin 11-7. Í seinna hálvleiki minkaði Neistin um munin aftur, men tað eydnaðist ikki at koma nærri enn 11-10. At enda bleiv tað Laila Friis, sum einki mál hevði skotið í samfullar [...] longd leiktíð 5-4 Tað verða VÍF og StÍF, sum hittast í steypafinaluni hjá bæði monnum og kvinnum, og hetta er ein stór broyting frá í fjør, tá høvuðsstaðurin átti allar fýra finalistarnar. Hjá monnunum skuldi [...] roknaðu við, at vestmenningar fóru at fáa teir stóru trupulleikarnar av hesum, men er tað nakað, kappingin í ár hevur víst, so er tað, at einki skal takast fyri givið. KÍF vann dystin móti VÍF, men sigurin upp
Arvedsen er 49 ára gamal og eigur tvey synir. Tann elsti av teimum er 21 ár og lesur samfelagsfrøði í Danmark, saman við fleiri føroyingum. Hetta heldur Niels H. Arvedsen vera sera stuttligt, nú hann er vorðin [...] men tíði var knøpp, so vit fingu ikki at síggja, um tað eydnaðist strarvsfólkunum at fáa myndina fram aftur. Tó fingu vit at vita, at um talan var um krígsstøðu, vórðu flogfør send út at skjóta hini niður [...] og sonurin tilknýti til føroyingar. Tann yngri sonur Niels H. Arvedsen er 13 ára gamal og gongur í skúla niðri í Danmark. Hetta er m.a. ein orsøk til, at Niels H. Arvedsen ikki hevur valt at taka familjuna
000 krónur um árið. UEFA fer eisini at vera við til at økja um inntøkurnar hjá FSF og harvið tryggja raksturin. Í sambandi við at europeiska meistarakappingin fyri lið er økt upp í 32 lið er avgjørt í UEFA [...] vera neyðugt at skerja og umleggja virksemið hjá FSF. Nú er roknskapurin fyri 1998 almennur, og hann vísir eitt hall, sum er 1,2 milliónir størri, enn hallið, sum var roknað við fyri einum ári síðani, og sum [...] inntøku, um blussið ikki skuldi skrúvast niður, so hevði hann ivaleyst í kvittanum, at tað var neyðugt at fáa ein stuðul at taka yvir eftir Fiskasøluna. Hetta hevur ikki eydnast, og Atlantsflog er framvegis
, tá tað meir enn nakrantíð fyrr ráddi um at vinna, eydnaðist tað ikki. Nógv kallaðu dystin millum Kyndil og Stjørnuna ein »lagnudyst«, og tað var tað í øllum førum fyri Stjørnuna, tí um tær ikki vunnu [...] men um tað skuldi hent, at tær taptu, vóru framvegis trý stig niður til Stjørnuna. Kyndil vann dystin 23-22, og tað úrslitið ger, at grøna havnarliðið nú skal gera nakrar rættiligar brølarar, um tað ikki [...] in Sólvá Eystberg ikki var við, og Annika Ljósstein spældi neyvan meir enn tveir minuttir tilsamans eftir skaðan hjá henni. Hetta sá kortini ikki út til at nerva Stjørnuna stórvegis, og seinastu tíggju
Margreth Augustinussen skeyt trý av hesum seks málunum, men tað eydnaðist ikki vágskvinnunum at sleppa heilt frá GÍ/Tjaldrinum, sum minkaði um munin til 7-5 og síðani 8-6, sum var hálvleiksstøðan. Ikki nógv [...] mál, og so var støðan knappliga 17-16, og framvegis tveir minuttir eftir. Hetta blivu tveir spennandi minuttir, hóast tað eydnaðist VB at koma upp á 18-16 næstan beinanvegin eftir 16. málið hjá eysturoyarliðnum [...] Men VB-sigurin førdi við sær, at tað framvegis bert er eitt stig á muni, og tí kann støðan broytast eftir bert einum dysti. Hjá GÍ/Tjaldrinum var tað enn einaferð Beinta Joensen, sum var vandamiklast fyri
ið vanliga verður nýtt sum diskotek. Húsið er eisini avbera væl egnað sum diskotek, men ikki er tað eins væl egnað til slík stór tiltøk, sum Prix Føroyar. Hetta merktu fólk eisini, tí fyrireikararnir sluppu [...] Prix Føroyar, ið varð hildin á Tvøroyri leygarkvøldið, eydnaðist væl. Bólkarnir, ið við vóru, vóru allir góðir, hóast onkur sjálvsagt var betri enn hinir. Tónleikaúrvalið á hesari fyrstu Prix Føroyar konsertini [...] skjótt fyltist og ógvuliga trongt gjørdist inni, sum tað leið út á kvøldið. Av tí, at húsið ikki er so stórt, er pallurin heldur ikki av teimum størstu, og tískil var trongt hjá tónleikarunum á pallinum. Ein
aðrastaðni er munurin millum liðini í toppinum, nú bert trý stig, men tað er heilt vist, at tað skulu aðrir ?bollar á suppuna? um Fleyr skal gera sær nakrar vónir um at basa ÍF a og Fram í stríðnum um meistaraheitið [...] kortini ikki, verri enn so. Sørvingar høvdu sett í seg, at teir skuldu vísa havnarmonnum, at eisini sørvingar duga at spæla flogbólt og tað eydnaðist ? við góðari hjálp frá Fleyr, sum hetta setti spældi eitt [...] kortini ikki er so nýggjur. Finn Hansen er komin aftur á liðið, eftir at hann hevur verið burtur eina tíð, og tað hevur givið sørvingum fleiri streingir at spæla uppá. Finn dugur, tá hann er í venjing, væl
sæst omanfyri, so var sera, sera javnt í fyrsta settinum og spurningurin er, um dysturin ikki hevði fingið heilt aðra gongd, um Mjølnir vann fyrsta sett. Henda spurning nýtist okkum ikki at seta, tí hann [...] tapt sín seinasta dyst, sum fóru á vøllin í KÍ-høllini sunnudagin. Hjá fuglfirðingum ráddi um at vísa, at teir enn eru besta boð til meistaraheitið, og tað var júst tað teir gjørdu, hóast tað gekk striltið [...] týdningarmestu bóltarnar og tí taptu teir fyrsta sett, heldur enn at vinna tað. Støðan var annars tann, at teir høvdu fýra settbóltar uttan at tað eydnaðist teimum at vinna. Settið endaði við sigri til ÍF a, sum