VÍF-KÍF 28-30 (16-12)
VÍF-Neistin 21-18 (11-7)
longd leiktíð 5-4
Tað verða VÍF og StÍF, sum hittast í steypafinaluni hjá bæði monnum og kvinnum, og hetta er ein stór broyting frá í fjør, tá høvuðsstaðurin átti allar fýra finalistarnar.
Hjá monnunum skuldi VÍF verja leiðsluna upp á fimm mál, teir høvdu vunnið sær í fyrru hálvfinaluni móti KÍF. Tey vóru ikki nógv, sum roknaðu við, at vestmenningar fóru at fáa teir stóru trupulleikarnar av hesum, men er tað nakað, kappingin í ár hevur víst, so er tað, at einki skal takast fyri givið.
KÍF vann dystin móti VÍF, men sigurin upp á 30-28 var ikki nóg stórur til at fáa kollfirðingar í finaluna. Tað var í fyrra hálvleiki annars lítið, sum bendi á, at KÍF fór at fáa nakað burtur úr dystinum. VÍF vann hálvleikin 16-12.
Men vestmenningar komu als ikki í gongd í seinna hálvleiki. Tá eitt korter var spælt, stóð á jøvnum 21-21, og síðani tók KÍF seg framum 26-22. Sensatiónin lúrdi, men tað eydnaðist VÍF at koma upp aftur á 27-27 við einum minutti eftir, og hóast KÍF gjørdi seinasta vørrin, var samlaði dysturin avgjørdur.
Gysari hjá kvinnunum
Fyrra hálvfinalan millum Neistan og VÍF endaði við 21-18 sigri til Neistakvinnur. Tí var framvegis spenningur í, og tað vísti seg, at VÍF vann seinna dystin við júst somu tølum sum Neistin hevði vunnið tann fyrra, nevniliga 21-18.
Sostatt máttu liðini spæla tvær ferðir fimm minuttir afturat fyri at finna ein samlaðan vinnara, og her eydnaðist tað VÍF at fáa fýra mál, meðan Neistin einans fekk trý, og sostatt fingu uppflytararnir úr Vestmanna finaluplássið.
Í byrjanini av umdystinum var tað annars Neistin, sum lá best fyri, og støðan var 23-22 til VÍF (tvey máls leiðsla til Neistan samanlagt), tá Neistin fekk ein spælara útvístan. Seinastu fýra minuttirnar skeyt VÍF trý mál, meðan Neistin einki fekk, og sostatt ruku steypavinnararnir frá í fjør úr kappingini.
Annars var VÍF frammanfyri allan tann upprunaliga dystin, og tær løgdu seg á odda 7-2. Men so fór at ganga longur millum málini, og Neistin otaði seg inn á heimaliðið. VÍF kom fyri seg aftur móti endanum og vann hálvleikin 11-7.
Í seinna hálvleiki minkaði Neistin um munin aftur, men tað eydnaðist ikki at koma nærri enn 11-10.
At enda bleiv tað Laila Friis, sum einki mál hevði skotið í samfullar 69 minuttir, sum skeyt avgerandi málið, ið sendi VÍF í steypafinaluna.