Kyndil-Stjørnan 23-22 (11-15)
Eftir eitt sera javnt grundspæl, har so at siga øll liðini tyktust hava eins góðar møguleikar at vinna FM-heitið, er nú nógv sum bendir á, at meistaraheitið verður verandi í Kyndli.
Undan sunnudegnum hevði Stjørnan, sum var nummar tvey í landskappingini, spælt tríggjar ferðir móti Kyndli og ongantíð tapt, men sunnudagin, tá tað meir enn nakrantíð fyrr ráddi um at vinna, eydnaðist tað ikki.
Nógv kallaðu dystin millum Kyndil og Stjørnuna ein »lagnudyst«, og tað var tað í øllum førum fyri Stjørnuna, tí um tær ikki vunnu, duttu tær sjey stig afturum Kyndil. Sjálvandi hevði tað eisini týdning fyri Kyndil at vinna, men um tað skuldi hent, at tær taptu, vóru framvegis trý stig niður til Stjørnuna.
Kyndil vann dystin 23-22, og tað úrslitið ger, at grøna havnarliðið nú skal gera nakrar rættiligar brølarar, um tað ikki fer at eydnast hjá teimum at endurvinna føroyameistaraheitið.
Tað sá annars ikki so galið út hjá Stjørnuni, tí hóast Kyndil og serliga Ann Hansen byrjaði betur, so vann klaksvíksliðið fyrra hálvleik 15-11 og sá út til at hava tamarhald á støðuni, meðan tað fór at líkjast einum kompleksi hjá Kyndli.
Simona Hansen setti grá hár í verjuna hjá Kyndli, og serliga í fyrra hálvleiki skoraði hon, bara hon rakti málið, og tað gjørdi hon ofta.
Liðið hjá Stjørnuni var skert, tí spælskiparin Sólvá Eystberg ikki var við, og Annika Ljósstein spældi neyvan meir enn tveir minuttir tilsamans eftir skaðan hjá henni.
Hetta sá kortini ikki út til at nerva Stjørnuna stórvegis, og seinastu tíggju minuttirnar runnu tær frá Kyndli, sum bert fekk tvey mál hesa løtuna, meðan Stjørnan fekk fimm.
15-11 í hálvleikinum, og tann munurin helt sær til væl inn í seinna hálvleik. Men í hondbólti kann tað ganga skjótt hinvegin, og Kyndil hevur fleiri ferðir fyrr í ár verið í trupulleikum og kortini megnað at komið afturíaftur.
Við støðuni 20-16, tá 11 minuttir vóru spældir, vendi dysturin. Tað sum eftir var, fekk Stjørnan bert tvey mál, meðan Kyndil fekk sjey. Kyndil fór frá 18-21 upp á 23-21, hóast tær heldur ikki megnaðu at skora í átta minuttir út í eitt móti endanum av hálvleikinum. Kyndil hevði fingið fýra mál á rað, men steðgaði upp aftur við støðuni 22-21. Tá so Lotte Sørensen, sum varð mansvard og tað mesta av seinna hálvleiki sat á bonkinum, setti eitt brotskast í netið til 23-21, lá tað í luftini, at dysturin var avgjørdur, hóast Stjørnan skoraði aftur í næsta álopinum og tríggir minuttir framvegis vóru eftir.
Ann Hansen hevur verið nógv hildin aftur av skaðum í ár og hevur tí ikki havt ein so stóran leiklut sum í fjør, men sunnudagin var hon aftur sum fyrr og bleiv við sínum seks málum toppskorari hjá Kyndli. Hon byrjaði við at skjóta trý tey fyrstu og skeyt eisini tvey á rað í seinna hálvleiki. Tað hevði eisini nógv at siga, at hon spældi væl, tá Lotte ikki var so nógv við, og tað prógvaði samstundis, at Kyndil hevur lært av øðrum dystum, har álopið hevur havt stórar trupulleikar, tá danski stórskjúttin varð settur úr spælinum. Í verjuni var Beinta Sørensen aftur millum tær bestu, og saman við Jórun Ludvig eigur hon ein tann størsta partin av heiðrinum fyri góðu støðuna hjá Kyndli. Málverjin Hanna Rubeksen byrjaði eisini dystin væl, men hvørki hon ella Marita Hermansen fekk nakrantíð veruliga takið á Simonu Hansen, sum var nógv tann størsta hóttanin hjá Stjørnuni.
Hjá Stjørnuni var Johanna Mikkelsen í málinum annars aftur ein av stuðlunum, og Simona Hansen bleiv tann stóri málskjúttin. Í fyrra hálvleiki bjóðaði Anna Kristina Samson nógv av úti á vonginum. Hon skeyt tilsamans seks mál og fekk eisini okkurt brotskastið burturúr. Jastrid Gullaksen stríddist nógv sum altíð, og Joan M. Joensen hevur stóran týdning fyri liðið, ikki minst tá tveir av vanligu lyklaspælarunum eru burtur.
Men í síðsta enda bleiv tað ov smalt hjá Stjørnuni, og av tí sama mistu tær FM-møguleikan. Og tað gjørdu fleiri av hinum liðunum kanska eisini av tí sama.