VB dróg longra stráið í botndystinum

Hondbóltur: Tað hevur gingið upp og niður, tó mest niður, hjá bæði VB og GÍ/Tjaldrinum í hesi kappingini. Sunnudagin hittust hesi liðini í Vági, og VB vann tepurt

VB-GÍ/Tjaldur 18-17 (8-6)


Undan hesum vikuskiftinum var bert eitt stig á muni millum botnliðini VB og GÍ/Tjaldrið, og tá liðini hittust í Vági sunnudagin, var eisini bert eitt mál á muni, tá dysturin var liðugur.

VB vann 18-17 og fór sostatt framum tey bæði samanløgdu eysturoyarliðini við einum stigi. VB hevur nú fimm stig fyri fimm dystir, meðan GÍ/Tjaldrið hevur fýra, somuleiðis fyri fimm dystir.

Sostatt er alt framvegis púra opið í botninum, har liðið, sum endar niðast, flytir beinleiðis niður í 2. deild.

Útiliðið legði betur fyri og kom á odda 2-0, men so kom vend í, og næstu tólv minuttirnar vann VB 6-0. Margreth Augustinussen skeyt trý av hesum seks málunum, men tað eydnaðist ikki vágskvinnunum at sleppa heilt frá GÍ/Tjaldrinum, sum minkaði um munin til 7-5 og síðani 8-6, sum var hálvleiksstøðan.

Ikki nógv mál, men í seinna hálvleiki, tá liðini møddust, fekk klokkupassarin eitt sindur meira at gera. VB helt seg millum tvey og trý mál frammanfyri heilt til tíggju minuttir eftir, tá munurin vaks upp í fimm mál, 16-11. Tað sá út til, at vinnarin varð funnin, men so fekk GÍ/Tjaldrið trý skjót mál, og so var støðan knappliga 17-16, og framvegis tveir minuttir eftir.

Hetta blivu tveir spennandi minuttir, hóast tað eydnaðist VB at koma upp á 18-16 næstan beinanvegin eftir 16. málið hjá eysturoyarliðnum, og í seinasta enda var VB-liðið drúgvari.

Sigurin var eisini sera týdningarmikil hjá VB, tí hevði GÍ/Tjaldrið vunnið, var munurin vaksin upp í trý stig, og so hevði VB skulað vunnið móti onkrum av ovaru liðunum umframt GÍ/Tjaldrinum í seinna dystinum sínámillum, sum verður í Runavík leygardagin 13. mars.

Men VB-sigurin førdi við sær, at tað framvegis bert er eitt stig á muni, og tí kann støðan broytast eftir bert einum dysti.

Hjá GÍ/Tjaldrinum var tað enn einaferð Beinta Joensen, sum var vandamiklast fyri VB-verjuna, og hon skeyt átta av teimum seytjan málunum, liðið fekk.

Hjá VB var eitt sindur javnari býtt. Sólrun Krosslá fekk sjey mál, meðan systirin Arnleyð skoraði fimm ferðir.