HM-dystur steðgaður av toruveðri í USA

Frakland og Irak máttu av vøllinum, tá toruveður rakti Philadelphia

Áskoðararnir á Lincoln Financial Field í Philadelphia vórðu bidnir um at fara av plássunum og leita sær skjól, eftir at toruveður steðgaði HM-dystinum millum Frakland og Irak. Mynd: Claudia Greco/Reuters

HM-kappingin í fótbólti í USA varð í kvøld rakt av toruveðri, tá dysturin millum Frakland og Irak varð steðgaður í hálvleikinum í Philadelphia.

 

Av tí at størsti parturin av áskoðaraplássunum á Lincoln Financial Field ikki eru yvirdekkað, vórðu áskoðararnir bidnir um at fara av plássunum og leita sær skjól undir áskoðarapallunum.

 

Tað er framvegis ógreitt, nær dysturin kann takast upp aftur.

 

Regnið oysti niður móti endanum av fyrra hálvleiki, og tá liðini fóru til hálvleiks, hevði toruveður lagt seg yvir býin. Av trygdarávum varð boðað frá yvir hátalararnar og á stóru skermunum, at áskoðararnir skuldu leita sær skjól. Leikararnir eru eisini verandi í skiftirúmunum.

 

Frakland er á odda 1-0 í hálvleikinum. Málið skoraði Kylian Mbappé tíðliga í dystinum.

 

Fleiri av leikvøllunum, sum verða nýttir til HM-endaspælið í USA, hava tak yvir áskoðaraplássunum. Lincoln Financial Field í Philadelphia er tó ein av teimum meira opnu leikvøllunum.

 

Leikvøllurin hevur pláss fyri umleið 67.000 áskoðarum, og tá toruveðrið er farið framvið, skulu tey mongu áskoðararnir aftur á pláss, áðrenn dysturin kann halda fram.

 

Harumframt mugu leikararnir væntandi hita upp av nýggjum, so tað kann taka eina løtu, áðrenn spælið verður tikið upp aftur.

 

##med2##

 

Reuters/Ritzau

 

 

 

 

 

Áskoðararnir á Lincoln Financial Field í Philadelphia vórðu bidnir um at fara av plássunum og leita sær skjól, eftir at toruveður steðgaði HM-dystinum millum Frakland og Irak. Mynd: Claudia Greco/Reuters