Samsvarandi rammuavtaluni frá 27. mai 1997 hittust umboð fyri Føroyar og Grønland á fundi í Keypmannahavn í døgunum 24.-25. januar 1999. Partarnir viðgjørdu fiskiskapin hjá hvørjum øðrum og mettu um gagnnýtslu av tilfeinginum í havinum. Eisini umrøddu partarnir møguleikan fyri samstarvi á fiskivinnuøkinum t.d. við Joint Venture ella øðrum samstarvi innan alment og privat virksemi.
Kongafiskur
(Oceanic type)
Á ársfundinum hjá NEAFC í London hin 15.-20. november 1998 varð heildarveiðan av kongafiski í Irmingarhavinum í 1999 ásett at vera óbroytt 153.000 tons, harav Danmark (vegna Føroyar og Grønland) fáa 40.000 tons. Føroyar fáa av hesum 4.500 tons, sum eisini kunnu veiðast í grønlendskum sjógvi. Føroyski parturin er ásettur upprunaliga grundað á m.a. søguligu veiðuna og vísundarligar royndir, meðan Grønland fær ein stóran part sum strandaland og grundað á nøgdina í grønlendskum sjógvi. Grønland letur næstan alla sína kvotu til ES, Russland og Noreg.
Í 1997 og 1998 hava føroysk skip veitt alla kvotuna og nakað meir í 1998, men nú er komið fram, at nógv av tí kongafiski, sum fæst undir 500 m. dýpi verður hildið at gera sami kongafiskur (deep sea mentella), sum er á landgrunninum hjá Grønlandi, Íslandi og Føroyum. Hetta verður orsøk til, at Føroyar so kunnu gerast strandaland og krevja, at Grønland, Ísland og Føroyar gera eina nýggj aumsiting sum strandalond og eina nýggja semju um býti og síðani fara til NEAFC fyri at áseta endaliga heildarveiðu og býtið millum øll limalondini. Samráðingar um m.a. hetta mál verða í Brússel 10. februar í ár.
Undir samráðingunum legði føroyska sendinevndin dent á, at fáa greiðu á føroysku sjónarmiðunum sum strandaland og at krevja eina øðrvísi umsiting og annað býtið fyri framtíðina. Eisini varð tikið fram málið um akustiskar ekkomátingar í Irmingarhavinum til tess at staðfesta nøgdir og fiskaslag, har dýpið er meira enn 500 m. og at størri orka verður løgd í vísundaligu kanningarnar.
Eftirsum heildarkvotan er ásett av NEAFC fyri 1999 varð eingin broyting gjørd í veiðikvotunum fyri 1999.
Norðhavssild
Grønland er ikki partur í norðhavssildini, men hevur í nøkur ár fingið tillutað 3.000 tons av føroysku kvotuni. Grønland veiddi 1120 tons í føroyskum sjógvi í 1998. Partarnir samdust um somu skipan fyri 1999.
Royndarveiða á djúpum vatni
Í 1998 kom ein skipan í lag, har eitt føroyskt skip fekk loyvi at royndarveiða eftir svartkalva upp til 115 tons í Norðvestur Grønlandi. Royndin varð gjørd við troli og eydnaðist og alt varð fiskað.
Eitt grønlendskt línuskip fekk loyvi at royna í føroyskum sjógvi eftir brosmu og longu og hjáveiðu av toski og hýsu ávikavist 10 og 8%. Nøgdin varð sett til 100 tons av brosmu og 100 tons av longu. Skipið fiskaði 97 tons og fekk so maskinskaða.
Fyri 1999 samdust partarnir um, at kvotan verður hækkað til 250 tons av brosmu og longu, harav 30% kann verða toskur og hýsa. Somuleiðis hækkar føroyska svartkalvakvotan í Norðvestur Grønlandi úr 115 tons til 130 tons.
Føroysk toskaveiða
í Eysturgrønlandi
Partarnir eru samdir um, at føroysk skip kunnu veiða tosk, brosmu og steinbít við 3 línuskipum tilsamans í 8 vikur og við eini hjáveiðu, sum er 100 tons av kalva og svartkalva. Toskaveiðan er ikki avmarkað í nøgd. Royndin er ein liður í at finna útav, um toskur er komin aftur í Eysturgrønlandi, at royna 2 sløg av egningarmaskinu og at fáa eitt samstarv í lag, har grønlendskir sjómenn eisini eru við og læra at fiska við línu á djúpum vatni. Henda skipan er treytað av, at Grønland harumframt fær eina minni kvotu av makreli í føroyskum sjógvi í 1999.
Lodna og rækjur
Tað hevur verið ein afturvendandi spurningur um at fáa loyvi at keypa lodnu frá Grønlandi og at fáa loyvi at fiska føroysku lodnukvotuna frá Íslandi ella partar av henni í grønlendskum sjógvi. Eisini hevur gjøgnum ES verið roynt at fáa loyvi til, at føroysk skip kunnu handla rækjukvotu frá donskum skipum í Eysturgrønlandi.
Partarnir samdust um, at Føroyar skulu hava møgu-leikan at keypa kodnukvotu frá Grønlandi og at upp til helvtin av føroysku kvotuni í íslendskum sjógvi eisini kann veiðast í grønlendskum sjógvi. Grønland kann loyva ES eftir ynski frá Føroyum at umseta kvotu frá ES-skipum til føroysk skip.
Annað joint venture
samstarv
Aðrar verkætlanir um samstarv millum føroysk og grønlendsk reiðarí vóru eisini viðgjørd. Vísandi til galdandi lógir og reglur á hesum økjum er hesin spurningur ikki endaliga avgreiddur.
Onnur mál
Tað vóru fleiri mál av felags áhuga um samstarv innan NAFO og NEAFC um fundir, sum koma til viðgerðar. Hesi mál eru um kvotabýti (quota allocation), kærunevnd (dispute settlement), eftirlit á sjónum fundir ímillum fiskimálaráðharrar í Norður Atlantshavi, í norðurlanda høpi og innanhýsis. Eisini tosaðu partarnir um trílanda fundin (Grønland-Ísland-Føroyar) í Brússel 10. februar um kongafisk og svartkalva.
Í føroysku sendinevndini vóru Kaj P. Mortensen, fiskimálastjóri, Andras Kristiansen, deildarstjóri, og Jákup Sólstein fyri Føroya Reiðarafelag.