Amerikanski herurin hevur framt eitt deyðiligt álop á ein bát, sum landið sigur var við í ólógligari rúsevnasmugling.
Tað skrivaði amerikanska suðurherleiðslan, U.S. Southern Command,í einum uppslagi á sosiala miðlinum X í kvøld.
Kommandoin fevnir um Suður- og Miðamerika umframt Karibia.
Í uppslagnum stendur, at álopið varð framt leygardagin í altjóða sjógvi í eystara parti av Kyrrahavinum.
Tríggir menn - sum USA kallar narko-yvirgangsmenn - doyðu í álopinum, skrivar komandoin.
Tjóðskapurin hjá monnunum er ikki upplýstur.
Sambært USA varð skipið rikið av einum sokallaðum Designated Terrorist Organization (DTO), sum lýsir ein felagsskap, sum hevur fingið merkið sum yvirgangsfelagsskapur av USA. Tað verður ikki greitt nærri frá.
- Fregnartænastan hevur staðfest, at skipið var við í ólógligum rúsevnahandili, og at tað sigldi eftir kendari rúsevnahandilsleið og hevði rúsevni við umborð, stendur í uppslagnum.
USA hevur framt eina røð av álopum á bátar í Karibia og Kyrrahavinum síðani fyrst í september.
Sambært amerikanska miðlinum CNN er álopið leygardagin 21. álopið hjá USA móti mistonktum rúsevnabátum. Álopini hava tilsamans kostað 83 mannalív, skrivar miðilin.
Amerikanskir myndugleikar hava ikki lagt fram prógv fyri, at rúsevnasmuglarar eru dripnir í álopunum.
Amerikanska løgmálaráðið hevur sagt við kongressina, at umsitingin hjá Donald Trump, forseta, hevur ikki brúk fyri góðkenning frá deildini fyri at fremja álopini.
Sambært CNN hava nakrir serfrøðingar áður sagt, at álopini kunnu vera í stríð við amerikanska og altjóða lóg.
Forsetin í Kolumbia, Gustavo Petro, hevur givið trygdarfólkunum í landinum boð um at steðga við at deila fregnartænastur við amerikansku fregnartænasturnar, til USA steðgar við at leypa á bátar í Karibia.
Sambært CNN hevur Bretland sagt, at tað heldur ikki longur fer at deila fregnartænastur við USA um skip, sum eru undir illgruna fyri at flyta rúsevni í Karibia.
/Ritzau/












