FLEYR-SÍ 3-1 (15-8, 15-3, 10-15, 15-4)
Eftir at hava leikt og vunnið lættliga á Mjølnir leygardagin fekk Fleyr sunnudagin vitjan av SÍ.
Hetta var meira at meta, sum ein avgreiðsluspurningur, enn dysturin dagin fyri var tað, og tað vórðu Fleyrleikararnir eisini revsaðir fyri.
Tað hendi nevniliga tað, at SÍ tók eitt sett frá Fleyr. Uppiborið var tað við tí spælinum og tí anda sum sørvingar vístu í triðja setti, og tað er einki at ivast í, at var hesin viljin vístur í øðrum dystum, so lógu sørvingar ikki har teir liggja í dag.
Alt byrjaði annars sum tað átti. Fleyr legði seg langt fram um SÍ beinanvegin í fyrsta setti og tað kláraðu sørvingar einki at gera við. Teir vunnu ofta bóltarnar aftur, men fingu bara ikki nóg nógv stig burturúr kortini.
Álopini hjá Fleyr vóru saman við servunum nógv effektivari enn tey vóru hjá sørvingum og tað var høvuðsorsøkin til at Fleyr vann.
Í øðrum setti fall spælið hjá SÍ fullkomiliga saman. Móttøkurnar fóru í allar ættir og tað var torført hjá hevarunum at brúka tær til nakað sum helst. Tí endaði tað ofta við millumloysnum, sum vóru púra vandaleysar, og í grundini var tað ikki Fleyr, sum vann annað sett, men heldur SÍ, sum tapti tað.
SÍ skifti ham
Tá liðini bæði fóru undir triðja sett var væntandi, at tað fór at ganga eins skjótt og annað, men so var kortini ikki, verri enn so.
Sørvingar høvdu sett í seg, at teir skuldu vísa havnarmonnum, at eisini sørvingar duga at spæla flogbólt og tað eydnaðist ? við góðari hjálp frá Fleyr, sum hetta setti spældi eitt tað ringasta, sum teir nakrantíð hava gjørt í ár.
Nú vóru tað teirra móttøkur, sum fóru í allar ættir og álopsspælið fór av somu orsøk sama veg. Tá triðja sett var hálvleikt eydnaðist tað Fleyr at fáa skil á móttøkunum, men tá var einki fantilsi á álopsspælinum. Blokkurin hjá SÍ steðgaði tí, sum var á veg yvirum, og nú sá svart út hjá Fleyr, sum við neyð og deyð hevði togað seg upp á 10-12.
Hetta var síðsta sprellið hjá Fleyr og næstu bóltunum tóku sørvingar sær av og teir vunnu sostatt 15-12.
Finn vísti tenn
Sum nevnt í blaðnum fyrr, so er SÍ styrkt við einum nýggjum áleypara, sum kortini ikki er so nýggjur. Finn Hansen er komin aftur á liðið, eftir at hann hevur verið burtur eina tíð, og tað hevur givið sørvingum fleiri streingir at spæla uppá.
Finn dugur, tá hann er í venjing, væl at sláa, og tað vísti hann til tíðir sunnudagin. ?Long? sløg aftur í hornini, sum mótstøðuleikararnir hava trupulleikar við at steðga. Samstundir tekur hann ein stóran part av trýstinum á hinar áleypararnar hjá sørvingum.
Fleyr koma aftur
Tapið í triðja settið var nóg mikið til at vekja Fleyrleikararnar og teir settu seg fullkomiliga á tað, sum eftir var av dystinum.
Sørvingar sluppu slettis ikki framat og fingu ongantíð frið at fáa skil á sítt spæl.
Servurnar hjá Fleyr vóru sera neyvar og tað var nóg mikið til at SÌ leikararnir mistu fótafetið. Klæmint Isaksen, sum annars hevði verið uttanfyri í øðrum og triðja settið, kom innaftur og hjálpti Jan Hentze í álopinum.
Settið endaði 15-4 til Fleyr, sum sostatt helt sambandið við ÍF a í toppinum.
Sum nevnt aðrastaðni er munurin millum liðini í toppinum, nú bert trý stig, men tað er heilt vist, at tað skulu aðrir ?bollar á suppuna? um Fleyr skal gera sær nakrar vónir um at basa ÍF a og Fram í stríðnum um meistaraheitið.