FSF fer at fáa tvær milliónir meira um árið

Fótbóltur: Hóast raksturin í fjør vísti eitt hall uppá 2,8 milliónir krónur ætlar Fótbóltssambandið ikki at skerja virksemið, tí inntøkurnar frá UEFA og FIFA fara at hækka munandi komandi árini

Í morgun klokkan tíggju setir Torleif Sigurðsson, formaður í FSF, aðalfundin hjá føroyska fótbóltinum, sum verður í Norðurlandahúsinum.

FSF hevur undan fundinum sent limafeløgunum grannskoða roknskapin fyri 1998, og fer aðalfundurin hjá Fótbóltssambandinum at bera seg at, sum aðalfundir í øðrum feløgum og stovnum, so fer fíggjarligi spurningurin at fáa rúma viðgerð. Ikki minst tí úrslitið fyri 1998 var eitt hall uppá 2.794.345 krónur, ið er fíggjað við eginognini, sum harvið er farin úr 2.864.000 krónum og niður 69.392 krónur.

Í fjør var hallið 354.000 krónur. Tá Torleif Sigurðsson fyri einum ári síðani umrøddi roknskapin og fíggjarligu støðuna í síni heild, segði hann, at teir í fíggjarætlanini fyri 1998 høvdu roknað við einum halli uppá 1,6 milliónir krónur, og hann segði eisini, at fíggjarligu vánirnar vóru soleiðis háttaðar, at um tað ikki fór at verða gjørligt at fáa til vega eina eyka inntøku uppá tilsamans umleið tríggjar milliónir krónur í 1998 og 1999, so fór avgjørt at vera neyðugt at skerja og umleggja virksemið hjá FSF.

Nú er roknskapurin fyri 1998 almennur, og hann vísir eitt hall, sum er 1,2 milliónir størri, enn hallið, sum var roknað við fyri einum ári síðani, og sum sambært formannin fór at hava neyðugar skerjingar við sær.

Vit skilja, at stóra og økta hallið er ikki komið óvæntað á teir, sum sita við endan í FSF. Tá leikskráin fyri EM undankappingina var komin uppá pláss tíðliga í hesum árinum endurskoðaði nevndin í FSF fíggjarætlanini og valdi at rokna við væl størri útreiðslum, enn teir høvdu gjørt frammanundan og at lækka inntøkurnar. Hetta komst av, at fýra av fimm útidystum í undankappingini vórðu spældir í fjør og bara ein heimadystur. Útidystirnir eru útreiðslutungir og geva ongar inntøkur, meðan heimadystirnir bera inntøkur við sær og kosta ikki so nógv sum heimadystirnir.


Soltið heima á landi

Tá FSF formaðurin í fjør gav til kennar, at tað var neyðugt við trimum milliónum í inntøku, um blussið ikki skuldi skrúvast niður, so hevði hann ivaleyst í kvittanum, at tað var neyðugt at fáa ein stuðul at taka yvir eftir Fiskasøluna. Hetta hevur ikki eydnast, og Atlantsflog er framvegis einasti stuðulin hjá FSF.

Vit kunnu við øðrum orðum siga, at tað hevur víst seg ikki at bera til at fáa tær inntøkurnar heima á landi, sum skulu til, um FSF skal varðveita stóra virksemið, sum umframt lands? og steypakappingar fevnir um fimm landslið.


Útlandið spýtir í

Men Torleif Sigurðsson fer ikki at boða frá skerjingum á fundinum í morgun. Í staðin fer hann at greiða frá øktum inntøkum, sum FSF fer at fáa frá UEFA og FIFA.

Størsta betringin kemur frá FIFA. Hóast tað ikki eydnaðist UEFA formanninum Lennart Johansson at vinna formanssessin í FIFA, so hevur altjóða felagsskapurin tikið summi av hugskotunum hjá UEFA til sín. Fyri FSF kemur tað sera væl við, at FIFA hevur gjørt av, at limalondini, ið hava ávíst virksemi skulu fáa eina millión US dollarar útgoldnar í hvørjum fýra ára skeiði. FSF hevur einki fingið frá FIFA áður, og sjálvsagt fer tað at koma væl við at fáa umleið 1.750.000 krónur um árið.

UEFA fer eisini at vera við til at økja um inntøkurnar hjá FSF og harvið tryggja raksturin. Í sambandi við at europeiska meistarakappingin fyri lið er økt upp í 32 lið er avgjørt í UEFA, at fótbóltssambondini í limalondunum, sum ikki fáa lið millum hesi 32, skulu fáa størri endurgjald, enn tey hava fingið. Higartil hevur FSF fingið 200.000 sveisiskar frankar um árið, men nú verður upphæddin hækkað upp í 300.000. Í donskum pengum svarar hetta til eina hækking uppá umleið 400.000 krónur, og í alt fara inntøkurnar hjá FSF frá UEFA og FIFA at hækka við meiri enn tveimum milliónum um árið, og tískil er tað ikki ov nógv avgjørt at siga, at tað eru europeiska og altjóða fótbóltssambondini, sum í framtíðini fara at vera fíggjarliga grundarlagið undir altjóða virkseminum hjá Fótbóltssambandinum.