Danski forsætisráðharrin, Mette Frederiksen, skal handfara trýst úr USA, samstundis sum føroyskir og grønlendskir leiðarar krevja nýggjan felagsskap við Danmark.

Danski staturin millum Washington, Nuuk og Tórshavn

Frá Monroe til Trump: Ambitiónin hjá Donald Trump um at keypa Grønland er ein 200 ára gomul hugsan í amerikanskari uttanríkispolitiskari tankagongd.

Danski forsætisráðharrin, Mette Frederiksen, skal handfara trýst úr USA, samstundis sum føroyskir og grønlendskir leiðarar krevja nýggjan felagsskap við Danmark.

Vísindavøka, serblað í Sosialinum 10. september 2025:

 

Og danska stjórnin skal nú navigera millum hóttandi stórveldið vestan hav og smáu heimastýrini fyri norðan, sum ynskja fleiri heimildir og nýggjan felagsskap.

 

“Hetta er brot á allar altjóða reglur”.

 

Orðini eigur danski uttanríkisráðharrin, Lars Løkke Rasmussen, og orðini fullu beint undan kreppufundi á hægsta diplomatiska stigi millum amerikansku sendistovuna í Keypmannahavn og  danska uttanríkisráðharran. Fundurin kom í lag, eftir at DR og danska fregnartænastan PET høvdu borðreitt við søgum um amerikanskar royndir at infiltrera almenna kjakið í Grønlandi og styrkja mótstøðuna ímóti danska statinum.

 

Søgan um, hvussu amerikanskir einstaklingar við tilknýti til Donald Trump eru til arbeiðis í Grønlandi, er bert hitt seinasta av mongum kapitlum í eini dramatiskari framhaldssøgu um ein forseta í Washington, sum fegin vil keypa ella taka Grønland.

 

Tá avdúkingarnar komu fram, svaraði danska stjórnin aftur sama dag við eini umbering til grønlendska fólkið fyri sonevndu “spiral-skandaluna”. Hendan gølan sipar til eitt myrkt kapittul í danskari kolonisøgu og snýr seg um, hvussu fleiri túsund grønlendskar gentur uttan samtykki fingu spiralar frá donskum læknum í seksti- og sjeytiárunum. Endamálið segðist vera at avmarka nøgdina av óynsktum barnsburðum, men genturnar og kvinnurnar, sum uttan samtykki vórðu tvingaðar at fáa spiral, ákæra danska statin fyri eina valdsgerð, sum hevur havt álvarsamar sálarligar og likamligar avleiðingar. Fyrrverandi grønlendski stjórnarleiðarin, Múte B. Egede, hevur enntá ákært danska statin fyri fólkadráp.

 

Umberingin frá danska statinum hevur annars verið parkerað við teirri grundgeving, at ein kanningarnevnd fyrst má kanna málið. Tí fekk hendan knappliga umberingin hjá danska statinum ein ófrættakendan, misteinkiligan dám. Var umberingin bert ein liður í einum størri, valdspolitiskum spæli millum USA og Danmark?

 

Amerikanskir dreymar um Arktis

 

Ambitiónin hjá Donald Trump og hansara stjórn um at keypa ella taka Grønland við valdi er als eingin nýggj hugsan í amerikanskari uttanríkispolitiskari filosofi. Tvørturímóti hava amerikansk áhugamál í Grønlandi í øllum førum 200 ár á baki. Og fleiri danskir forsætisráðharrar hava við jøvnum millumbilum verið noyddir at bera fram orðini, sum danski forsætisráðharrin, Thorvald Stauning, segði við bretsku avísina Financial Times í 1930: “Greenland is not for sale”.

 

USA varð sett á stovn í 1776 eftir blóðugt kríggj ímóti Stórabretlandi, tá trettan bretskar koloniir lýstu fullveldi. Og ígjøgnum 1800-talið megnaði unga tjóðin við norðuramerikansku eysturstrondina at víðka um sítt landaøki og við tíðini gerast eitt stórveldi. Í 1803 keypti USA Louisiana frá Fraklandi, og hetta keypið tvífaldaði støddina á landinum. Í 1819 varð Florida yvirtikið frá Spania, og í 1845 bleiv Texas ein partur av USA. Í 1846 gjørdi USA avtalu við Bretland um Oregon, og tvey ár seinni vann USA á Meksiko og tók Kalifornia og onnur stór øki bæði sunnanfyri og vestanfyri. Og í 1867 keypti amerikanski uttanríkisráðharrin, William H. Seward, Alaska frá Russlandi. Tað var ikki av tilvild, at toppfundurin millum Donald Trump og Vladimir Putin í august 2025 varð hildin júst í Alaska.

 

Hesin ekspansivi politikkurin hevði eisini eina ideologiska dimensjón, sum onkuntíð verður rópt “manifest destiny” ella “American exceptionalism”. Amerikanskir búsetingar trúðu, at nýggja tjóðin hevði ein gudgivnan rætt at víðka um sítt landaøki vestureftir og norðureftir, og skiftandi amerikanskar stjórnir hugdu eisini út um verandi landamørk. Og her var Grønland – ein samrunnin partur av norðuramerikanska kontinentinum – áhugavert. Tá USA keypti Alaska frá Russlandi í 1867, metti amerikanski uttanríkisráðharrin, at bæði Grønland og Ísland eisini kundu keypast frá Danmark. Ein ambitión, sum tó ikki gjørdist til veruleika.

 

Territorialu ambitiónirnar um at ognartaka Arktis fingu eisini íblástur frá stórum amerikanskum rannsóknarferðum í Grønlandi og Arktis. Ein hin kendasti amerikanski rannsóknarmaðurin var Robert Peary, sum skipaði fyri fleiri stórum rannsóknarferðum og vísindaferðum seint í 1800-talinum. Peary kortlegði stórar partar av Norðurgrønlandi og var sannførdur um, at Arktis var eitt eldorado, bæði viðvíkjandi náttúruríkidømi og strategiskum møguleikum. Hann fekk fígging frá ríkum amerikanskum sponsorum, hvørs visjón var at víðka um landafrøðiligu mørkini hjá USA.

 

Hendan hugsjónin var eisini í tráð við sonevndu Monroe-doktrinina, uppkallað eftir amerikanska forsetanum, James Monroe. Í eini talu í kongressini í 1823 knæsetti forsetin Monroe-doktrinina, hvørs boðskapur var einfaldur og greiður: Eingin evropeiskur kolonialistiskur statur skuldi finnast á vestaru hálvkúlu. USA fór ikki at tolerera, at hóttandi stórveldi etableraðu nýggj koloni-prosjekt á vestaru hálvkúlu. Í fyrsta umfari snúði Monroe-doktrinin seg einamest um Suðuramerika, men seinni fór doktrinin eisini at umfata Norðuratlantshav og Arktis.

 

##med2##

 

Heimskrígg og kalt kríggj

 

Undir fyrra heimskríggi frá 1914-18 kom Norðuratlantshav og sonevnda GIUK-opið í miðdepilin. Orðið “GIUK” er stytting fyri “Greenland-Iceland-UK” og manglar helst bókstavin “F”, tí Føroyar liggja mitt í hesum maritima opi, sum hevur strategiskan týdning fyri siglingarleiðir, transatlantiskan flutning, ferðslu og hernaðarligt virksemi.

 

Undir fyrra heimskríggi – í 1917 – seldi danski staturin Vestindisku Oyggjarnar til USA, eftir at danskir myndugleikar høvdu havt rasistiskt trælahald í 300 ár á teimum trimum oyggjunum St. Thomas, St. Jan og St. Croix. Undir drúgvu samráðingunum millum USA og Danmark um hendan handil setti stjórnin í Washington aftur fram ynski um at yvirtaka Grønland. Tá avtalan um Vestindisku Oyggjarnar kom í hús, viðurkendi USA, at danski staturin hevði politisk og búskaparlig áhugamál í Grønlandi, men stjórnin í Washington viðurkendi ongantíð danskan suverenitet í Grønlandi, sum danska stjórnin seinni proklameraði í 1921. Og tað var ein sigur fyri danska statin, tá altjóða dómstólurin í Haag í 1933 kom til ta niðurstøðu, at Grønland var ein partur av danska kongaríkinum. Úrskurðurin var eitt niðurlag fyri Noreg, sum annars hevði gjørt krav uppá partar av Eysturgrønlandi.

 

Tá Nazitýskland hersetti Danmark í apríl 1940, tók USA valdið í Grønlandi, meðan Stórabretland hersetti Føroyar og Ísland. Seinni yvirtók amerikanska hervaldið eisini trygdina í Íslandi. Amerikanska hersetingin av Grønlandi var samstundis upprunin til fleiri amerikanskar hernaðarstøðir í Grønlandi, m.a. Pituffik Space Base í Norðurgrønlandi, sum amerikanski varaforsetin J. D. Vance vitjaði fyrr í ár eftir ein miseydnaðan amerikanskan sjarmuoffensiv í Grønlandi.

 

Eftir seinna heimskríggj royndi amerikanski forsetin, Harry S. Truman, aftur at keypa Grønland. Hesaferð kom eitt ítøkiligt tilboð á 100 milliónir dollarar, men danska stjórnin noktaði. Og tá ein annar forseti, Dwight Eisenhower, í 1960 spurdi danska kongin Frederik 9., hvat Danmark kravdi fyri at selja Grønland, var svarið hitt sama: “We do not sell”.

 

Hóast USA ikki hevði ræðisrætt yvir Grønlandi, hevði amerikanska hervaldið tó evstu ábyrgdina av trygdini í Grønlandi. Í 1951 undirskrivaðu USA og Danmark eina verjuavtalu, sum gav USA fríar ræsur at brúka Grønland sum verjupolitiskan skansa ímóti stóra fíggindanum eystanfyri jarntjaldið, Sovjetsamveldið. Hendan avtalan varð dagførd í 2004, tá grønlendska landsstýrið fyri fyrstu ferð var við til at skriva undir. Avtalan í 1951 legði lunnar undir amerikanskt hernaðarligt virksemi í Grønlandi, og undir kalda krígnum gjørdust hernaðarstøðir, radarar og flogvallir í Grønlandi – eins og í Føroyum – ein týdningarmikil verjuskansi hjá USA og NATO.

 

Frá Arktis til Miðeystur og aftur til Arktis

 

Tá kalda kríggið endaði, hevði vesturheimurin sigrað á trimum totaliterum hugsjónum í 20. øld. Nazisman í Hitlertýsklandi varð sigrað í 1945, og tær fasistisku stjórnirnar í t.d. Italia, Grikkalandi og Spania vórðu eisini dotnar sundur. Og tá múrurin fall í 1989, og Sovjetsamveldið fór í upploysn, varð kommunistiska hugsjónin ikki longur ein eksistentiell hóttan ímóti vesturheiminum.

 

Eftir yvirgangsálopini í New York tann 11. september í 2001 byrjaði kríggið ímóti yvirgangi og innrásirnar í Irak og Afganistan. Heimsins brennidepil var í Miðeystri, og arktiska økið varð fatað sum eitt “lágspenningsøki”, har londini loystu ósemjur umvegis diplomati, dialog og samstarv. USA rýmdi frá NATO-støðini í Keflavík í Íslandi í 2006, og í 2007 var radarin á Sornfelli heldur ikki virkin longur.

 

Men 15 ár seinni var heimurin aftur í broyting. Russland hevur gjørt umfatandi hernaðarligar íløgur í Arktis í mong ár, samstundis sum stýrið í Kreml fyrst hertók Krim-hálvoynna í 2014 og seinni leyp á alt Ukraina í februar 2022. Hernaðarliga ferðslan í Arktis og Norðuratlantshavi er vaksin munandi. Fleiri og fleiri lond samtykkja “arktiskar strategiir” og økja um budgettini, sum eru oyramerkt til trygd og verju í Norðuratlantshavi og Arktis.

 

Hendan gongdin kom serliga til sjóndar, tá amerikanska kongressin í februar 2025 hevði almenna hoyring um, nær og hvussu USA kundi yvirtaka Grønland. Ein opin, edrúilig samtala millum politikarar og granskarar um, hvussu Trump-administratiónin kundi fáa sín vilja. Undir hoyringini vórðu Føroyar eisini nevndar sum eitt øki við strategiskum týdningi, men einki varð nevnt um at keypa ella taka Føroyar.

##med3##

 

Trýstið úr Washington, Nuuk og Tórshavn

 

Og so eru vit aftur, har vit byrjaðu. Við áhaldandi trýstinum úr Washington er danska stjórnin undir søguligum trýsti bæði uttanífrá og innanífrá. Uttanífrá skulu Mette Frederiksen og Lars Løkke Rasmussen handfara trýstið úr USA, sum undir Donald Trump er vorðin ein hóttan heldur enn ein vinur. Og innanífrá skulu ríkismyndugleikarnir í Keypmannahavn handfara krøvini í Grønlandi og Føroyum um størri sjálvstýri, víðkaðar heimildir og fleiri rættindi á altjóða pallinum. Sjálvstýrisgongdin í Føroyum og Grønlandi kann ikki samanberast, tí Føroyar hava eitt nógv sunnari búskaparligt útgangsstøði, og dramatiska grønlendska uppgerðin við danskan kolonipolitikk er eitt opið sár, sum lutvíst minnir um kreppuraktu nítiárini í Føroyum, tá tjóðskaparrørslan fekk vind í seglini og seinni lanseraði formligar samráðingar um fullveldi.

 

Nú stendur ríkisfelagsskapurin á einum vegamóti. Trump vil eiga Grønland, og um hann fær sín vilja, missir danska kongaríkið 95% av sínum landafrøðiliga øki og verður ikki longur eitt arktiskt stórveldi, men ein norðurevropeiskur smástatur. Samstundis krevja føroyskir og grønlendskir leiðarar ein nýggjan felagsskap, og danska stjórnin skal navigera ímillum stórveldið vestan hav og heimastýrini fyri norðan. Sum ein danskur diplomatur segði við meg í vár:

 

“Vit vóna, at hetta illveðrið hæsar av. Men avgerðin liggur ikki bara í Keypmannahavn. Hon liggur eisini í Washington, í Nuuk og í Tórshavn.”

 

 

 

Danski forsætisráðharrin, Mette Frederiksen, skal handfara trýst úr USA, samstundis sum føroyskir og grønlendskir leiðarar krevja nýggjan felagsskap við Danmark.

Heini í Skorini, ph.d. og lektari á Søgu- og samfelagsdeildini á Fróðskaparsetrinum, greinar amerikanska víðkanarpolitikkin í Arktis og ávirkanina á danska Ríkisfelagsskapin.

Arktis var eisini á skránni, tá amerikanski forsetin, Donald Trump, og russiski forsetin, Vladimir Putin, hittust í Alaska í august.