Stórbær listaframsýning á Bacalao

Tíðindaskriv:

 

Í morgin árini (6/11) kl. 8 letur forvitnislig framsýning upp í inngongdini til Silo á Bacalao. Tað er eitt "chef d'oeuvre" (høvuðsverk) av stórum brotamyndum eftir Eli Smith, sum ímynda Jesu líðingarsøgu úr basalti og alskyns gróti og gimsteinum úr bæði Føroyum og øðrum londum. Til dømis kemur dýrabari steinurin Lapis lazuli fyri í tveimum myndum, Nuumit úr Grønlandi (høvur Jesusar) og likamið (holdið og breyðið) eru kálksteinur úr Barentshavinum. Eisini verður ein grótmálningur at síggja, har ið tilfarið er mjølvað, m.a. úr griskum marmori og koli úr Hvalba.

 

Framsýningin er opin yrkadagar frá kl. 8 til 16, og verða myndirnar hangandi í rúma tíð.

 

Her er eitt filmsbrot, sum lýsir forarbeiði við brotamyndum:

 

##med2##