Háð og vanvirðing móti  heimasandsfólki og náttúru

Ætlanin at leggja eftir bestu búnaðarjørðini í landinum er burtur úr vón og viti og er fullkomiliga í andsøgn at vera meira sjálvbjargin.

Størstu veltur Føroya á Sandafløttinum – slóðbrótandi grønmetisvinna.  Mølheyggjarnir til høgru – friðaðir. Sandsvatn til vinstru. Skamt frá vatninum skal tvíbreytaður vegur gerast. Yvirfriðingarnevnd skal siga ja eftir lógini. Men verður hon sett til viks í eini verklagslóg?

Einaferð afturat er uppskot lagt fram um eina tunnilsleið úr Djúpadali við vegaleið gjøgnum Sandsbygd.

 

Út gjøgnum slóttubø, nærhendis sjáldsama og vakra Sandsvatni, ígjøgnum og framvið veltunum á Sandafløttinum, trailararundkoyringum í báðum endum, og síðani ein tvíbreytaðan veg framvið ánni og býlinginum á Sondum.

 

Henda vitleysa ætlanin er so avgjørt ikki í samljóð við føgru orðini i Landbúnaðarpolitikkinum 2025-2035:

 

”Trýstið á ta góðu landbúnaðarjørðina er stórt… Tí er tað uppaftur meira umráðandi, at farið verður fram við skili…”. Hetta samtykti tingið í apríl 2025, men er ikki galdandi í Sandoynni í oktober 2025.

 

Eini 1000 fólk mótmæltu skrivliga í vár, tá løgmaður skeyt upp at gera ein tunnil til Suðuroynna úr Djúpadali. Og við eini vegaleið annaðhvørt vestan- ella eystanfyri Sandsvatn og niðanfyri býlingin í Trøðum.

 

Eisini einstaklingar, bøndur, náttúruvinir og politisk feløg mótmæltu grefligu inntrivunum í náttúruna. Og tveir følmentir borgarafundir søgdu KORTANEI.

 

 

 

Leggur vertin á fólk

 

Men landsstýrið leggur vertin á tey mongu, sum eru ímóti herferðini ímóti náttúru, búnaði og fólki. At leggja uppskot við nærum somu inntrivum framaftur – ella verri – er ein háð ímóti heimasandsfólki, og teimum mongu kring oynna og landið, sum í vár mótmæltu ætlaðu vandalismuni.

 

Stórlætiskenslan í Nesinum er so stór, at løgmansskrivstovan ikki so frægt sum hevur kunnað bygdaráðini, áðrenn hon herjaði á á øðrum sinni.

 

Serliga er framferðin ódámlig, tá ein onnur tunnilsleið innnanfyri Sandsbygd fekk so stóra undirtøku í vár, at tingfólk kravdu, at hon varð kannað til fulnar. Tí varð løgmaður noyddur at taka uppskotið aftur undan triðu viðgerð í tinginum. Men alternativa tunnilsleiðin er bara kannað upp á hvamsvís, halda tingfólk. Men góðtaka hesi tingfólk tað og lata seg tøla? Hvør hevur kannað? Jú, Tunnilsfelagið. Og tí hava tey flestu eina hóming av, hví úrslitið helst er, sum tað er.

 

Tunnilsleiðin hjá áhugabólkinum – Kristian Stórhamar, Jón Sigurðsson og Mourits Joensen – við einum tunnilsmunna við Múlan skalar ikki náttúruna. Hon er í samljóð við tað, sum kom fram, tá Sandoyartunnilin endaði í Traðardali, tí so var stutt til ein tunnilsmunna í einum komandi Suðuroyartunnli. Tíðin at koyra er stytri og kostnyttukanningin er til fyrimunar fyri hesa alternativu leið.

 

 

 

Flestu mæla frá

 

Millum mongu hoyringsskrivini í málinum (LM-072/2024) eru fleiri frá náttúru- og umhvørvisstovnum og feløgum. Nærum øll mæla frá inntrivunum heima á Sandi og ætlanini at leggja ein tvíbreytaðan veg suður gjøgnum vátlendið Millum Vatna – millum Lítla- og Stóravatn – og suður í Djúpadal. 35 metrar frá Stóravatni.

 

Friðsælan og stóra fuglameingi har skal eisini kvalast. Tað halda tingfólk úr øllum flokkum á tingi, tí tey taka undir við leið og verkætlan hjá Tunnilsfelagnum, sum hevur fingið spjaldrið villeiðing. Ákæran frá varatingmanni er ikki víst aftur. Skilji nú á tingfólkum, at tey hava helst ikki sett seg nóg væl inn í málið. Tað hevði so stóran skund. Tey vita tí ikki við vissu, hvat tey hava gjørt. Eru tey drigin á tráð?

 

Í samanumtøkuni eftir hoyringina í vár viðgekk løgmansskrivstovan, at "Fleiri hoyringarpartar vísa á, at størri atlit mugu takast til náttúruna, bæði í Hvalba og serliga í Sandoynni." Áhjú, ein áringsmeting skuldi gerast ljóðaði.

 

Men ein ein árinsmeting fær neyvan nakran týdning. Tí, um løgtingið samtykkir ta dáragerð ímóti náttúru og fólki at staðseta tunnilsmunnan í Djúpadali, vendist neyvan aftur. Líkamikið, hvat ein árinsmeting sigur.

 

Uppskotið um tunnilsleið er nú lagt til út til hoyring. Í vár varð viðmerkt, at tíðin var ov stutt at lýsa málið til fulnar. Men við somu vanvirðing og stórlæti, sum nú er víst Sandoynni og demokratinum, ja, so styttir løgmansskrivstovan bara hoyringstíðina niður í eina helvt.

 

 

Við náttúrukvøðu

 

Jóhann Mortensen

 

Størstu veltur Føroya á Sandafløttinum – slóðbrótandi grønmetisvinna.  Mølheyggjarnir til høgru – friðaðir. Sandsvatn til vinstru. Skamt frá vatninum skal tvíbreytaður vegur gerast. Yvirfriðingarnevnd skal siga ja eftir lógini. Men verður hon sett til viks í eini verklagslóg?