Í fyrstani segði Iran, at talan var um jagaraflogfar av slagnum F-35, men keldur, sum Washington Post hevur skift orð við, siga, at talan var um eitt F-15, sum eisini verður hildið at passa betur

Annar amerikanski flogskiparin er bjargaður

Washington Post er millum miðlarnar, sum hava skrivað um leitingina og bjargingina, har annar amerikanski flogskiparin eftir øllum at døma er bjargaður í Iran

Í fyrstani segði Iran, at talan var um jagaraflogfar av slagnum F-35, men keldur, sum Washington Post hevur skift orð við, siga, at talan var um eitt F-15, sum eisini verður hildið at passa betur

Tíðliga í morgun vistu iranskir tíðindamiðlar at siga, at eitt amerikansk jagaraflogfar er skotið niður yvir Iran. Seinni er komið fram, at annar flogskiparin er bjargaður, men hin er ikki komin afturíaftur.

 

Tað er CBS News, sum ber tíðindini um bjargingina av flogskiparanum. Á hinari síðuni hevur Iran boðað frá, at finningarløn verður latin teimum, sum kunnu finna amerikanska flogskiparan á lívi.

 

Jagaraflogfarið varð skotið niður har suðuri í Iran og video-upptøkur, sum í dag eru almannakunngjørdar, hava víst, at amerikansk herfólk leita eftir vrakinum av flogfarinum og manningini.

 

Washington Post er millum miðlarnar, sum hava skrivað um leitingina og bjargingina, har annar flogskiparin eftir øllum at døma er bjargaður av amerikanskum herfólkum.

 

Í fyrstani segði Iran, at talan var um jagaraflogfar av slagnum F-35, men keldur, sum Washington Post hevur skift orð við, siga, at talan var um eitt F-15E flogfar.

 

- Hetta psssar eisini væl, tá leitað hevur verið eftir tveimum fólkum, tí tað er bara pláss til flogskiparan - og soleiðis bara ein persón - í einum F-35 jagaraflogfari.

 

Verdens Gang veit at siga, at amerikanska jagaraflogfarið varð skotið niður av framkomnari iranskari loftverjuútgerð.

 


 

 

 

 

Í fyrstani segði Iran, at talan var um jagaraflogfar av slagnum F-35, men keldur, sum Washington Post hevur skift orð við, siga, at talan var um eitt F-15, sum eisini verður hildið at passa betur