Grønlendsk bløð leggja saman - vikublað gevst

Grønlendsku bløðini AG og Sermitsiaq koma framyvir út sum eitt samanlagt vikuskiftisblað, og Nuuk Ugeavis gevst.

Masaana Egede, stjóri og ábyrgdarblaðstjóri á Sermitsiaq, sigur, at niðurleggingin av Nuuk Ugeavis og samanleggingin av bløðunum Sermitsiaq og AG stendst av talgildari menning. (Savnsmynd). - Mynd: Mads Claus Rasmussen/Ritzau Scanpix

Grønlendska miðlahúsið Sermitsiaq leggur síni bæði bløð AG og Sermitsiaq saman í eitt samanlagt blað.

Samstundis verður Nuuk Ugeavis, sum hevur verið ókeypis vikublað síðani 1980-árini, niðurlagt.

Tað upplýsir grønlendska kringvarpið KNR.

Sambært stjóranum og ábyrgdarblaðstjóranum á Sermitsiaq, Masaana Egede, stendst niðurleggingin av Nuuk Ugeavis orsakað av talgildu gongdini.

- Gongdin á marknaðinum hevur gjørt, at tað ikki ber til at halda fram á ein búskaparliga burðardyggan hátt, sigur hann við KNR.

Seinasta útgávan av Nuuk Ugeavis kemur væntandi út í desember 2025.

AG og Sermitsiaq koma framyvir út sum eitt samanlagt blað fyri vikuskiftið.

- Vit leggja saman, tí vit vilja skapa eina sterkari prentvøru til okkara lesarar, skrivar Masaana Egede í tíðindaskrivi.

- Við einum vikuskiftisblað fært tú bæði tær stóru tjóðarsøgurnar, vinnutíðindi og tað menniskjaliga og inniliga úr alheiminum hjá AG í eina umfatandi útgávu.

AG verður framyvir eitt ískoyti sum kemur út inni á blaðnum Sermitsiaq. Umskipanin er liður í eini størri talgildgerð av miðlahúsinum.

Nýggja vikuskiftisblaðið kemur út fyrstu ferð í januar 2026.

Feløgini aftanfyri Atuagagdliutit Grønlandsposten (AG) og Sermitsiaq fusioneraðu í 2010.

Síðani hava bløðini framhaldandi verið útgivin hvør sær í prenti. Hetta endar við árslok 2025.

 

/Ritzau/

 

Masaana Egede, stjóri og ábyrgdarblaðstjóri á Sermitsiaq, sigur, at niðurleggingin av Nuuk Ugeavis og samanleggingin av bløðunum Sermitsiaq og AG stendst av talgildari menning. (Savnsmynd). - Mynd: Mads Claus Rasmussen/Ritzau Scanpix