Prix Føroyar

Fyrsta innleiðandi kappingin til Prix Føroyar, ið varð hildin á Tvøroyri leygarkvøldið, eydnaðist væl. Bólkarnir, ið við vóru, vóru allir góðir, hóast onkur sjálvsagt var betri enn hinir.

Fyrsta innleiðandi kappingin til Prix Føroyar, ið varð hildin á Tvøroyri leygarkvøldið, eydnaðist væl. Bólkarnir, ið við vóru, vóru allir góðir, hóast onkur sjálvsagt var betri enn hinir.

Tónleikaúrvalið á hesari fyrstu Prix Føroyar konsertini í ár var sera breitt. Tað spenti frá heilt stillum og friðarligum tónleiki til villan trash tónleik. Og hóast ein kanska ikki dámdi øll tónleikasløgini, kundi ein fegnast um, hvussu væl bólkarnir tó dugdu at framføra tónleikin. Tað var nevniliga eingin bólkur við á konsertini á Tvøroyri, ið beinleiðis kundi sigast at vera vánaligur.


Hølini ov trong

Konsertin var hildin í TB-húsinum, ið vanliga verður nýtt sum diskotek. Húsið er eisini avbera væl egnað sum diskotek, men ikki er tað eins væl egnað til slík stór tiltøk, sum Prix Føroyar. Hetta merktu fólk eisini, tí fyrireikararnir sluppu bert at selja 450 atgongumerkir, og tískil vóru tað nógv, ið als ikki fingu fatur á nøkrum atgongumerki til konsertina.

Tá teir fyrstu tveir bólkarnir vóru á palli, var ikki serliga nógv fólk komið í TB-húsið, men skjótt fyltist og ógvuliga trongt gjørdist inni, sum tað leið út á kvøldið.

Av tí, at húsið ikki er so stórt, er pallurin heldur ikki av teimum størstu, og tískil var trongt hjá tónleikarunum á pallinum. Ein legði serliga til merkis, at trummuleikararnir hjá teimum ymsiku bólkunum ikki sóust, tí hinir leikararnir sótu í vegin. Somuleiðis var ringt hjá myndamonnum, bæði hjá sjónvarpi og bløðum at sleppa framat at taka myndir, orsakað av tí lítla pallinum.

Prix Føroyar konsertin í 1998 varð hildin í høllini í Trongisvági, og vóru hetta sera væl egnaði hølir til eina slíka konsert. Ljóðdygdin í høllini í Trongisvági er góð, og harumframt eru góðar umstøður, bæði fyri tónleikarar og áhoyrarar. So ynskiligt hevði verið, at eisini hendan konsertin varð hildin í høllini í Trongisvági.


Kjølar favorittar

Vinnandi bólkurin av kappingini á Tvøroyri gjørdist Kjølar. Hesin bólkur var eisini favorittbólkurin hjá teimum flestu, ið høvdu leitað sær í TB-húsið seinasta leygarkvøld, og eingin var bilsin, tá Jákup Magnussen kunngjørdi, at Kjølar vóru vinnarar av kappingini.

Enn eru eru tríggjar Prix Føroyar kappingar eftir, áðrenn finalan verður hildin í Norðurlandahúsinum. Hesar innleiðandi kappingarnar verða hildnar í Eysturoynni, Vágum og í Klaksvík.


Veitslurómur

Ikki kann sigast annað, enn at lagið var gott á bæði tónleikarum og áhoyrarum, ið høvdu leitað sær í TB-húsið leygarkvøldið. Veitslurómurin var stórur og ongar keðiligar hendingar vóru, hóast talan var um eitt langt veitslukvøld.

Eftir at vinnarin var kosin, gjørdist sannur veitslurómur inni í umklæðingarrúmunum, har tónleikabólkarnir hildu til, og ikki kann sigast, at nakar av bólkunum var firtin um úrslitið av kappingini. Øll hildu, at tað hevði verið stuttligt at verið við, sjávt um tey ikki høvdu vunnið sær pláss í finaluni í Norðurlandahúsinum.