VB-Kyndil 20-23 (12-9)
Tað var ikki nógv, sum talaði fyri, at Kyndil fór at fáa ein truplan dyst móti VB í Vági sunnudagin. Áðrenn dystin var Kyndil nummar eitt á stigatalvuni, meðan VB var nummar sjey og niðast. Og eina viku frammanundan hevði Neistin verið í Vági og vunnið ikki minni enn 30-17. Tískil var oddaliðið eisini greiður favorittur undan dystinum, sum var hálvan tíma seinkaður, tí dómararnir, sum vórðu fluttir suður við tyrlu, møttu ov seint.
Men avrikið hjá VB var nógv, nógv betri enn móti Neistanum, og tað hevði ikki verið av vegnum, um tær høvdu vunnið dystin.
Í fyrra hálvleiki vóru eisini greiðar ábendingar um, at botnliðið fór at gera ein vørr. Tað byrjaði annars sum væntað ? Kyndil setti seg á dystin og legði seg á odda 5-2, tá eitt gott korter var spælt. Men so kom fullkomiliga stígur í, og VB-kvinnurnar, sum arbeiddu væl í verjuni, skoraðu átta ferðir upp í slag, uttan at Kyndil megnaði at svara aftur.
Hvørgin av málverjunum hjá Kyndli stóð eins væl og teir hava gjørt fyrr, og VB brúkti sama vápn, sum var ein av høvuðsorsøkunum til, at Kyndil bleiv føroyameistari í fjør: Kontraálopini, sum so at siga øll góvu mál. Soleiðis legði VB seg á odda 10-5, og sensatiónin lúrdi.
VB valdi frá byrjan, øvugt frá so nógvum øðrum liðum, ikki at mansverja Lotte Sørensen, men í staðin at lata Arnleyð Krosslá um serliga at ansa eftir henni og tarna henni, tá hon fór upp at skjóta. Hetta gjørdi Arnleyð so væl, at lyklaspælarin fram um aðrar hjá føroyameistarunum einki fekk burturúr, og vit hava fyrr sæð, at tá so er, hevur Kyndil trupulleikar.
Kyndil kom eitt sindur fyri seg móti endanum av hálvleikinum, sum endaði 12-9 til VB.
Dysturin vendi
180 stig
Dysturin í Vági sunnudagin var rættiliga løgin á tann hátt, at meðan VB í fyrra hálvleiki helt Kyndli frá fatinum í samfullar 10 minuttir, so var tað í seinna hálvleiki Kyndil, sum forðaði VB í at skora í ikki minni enn 16 minuttir.
Seinni hálvleikur byrjaði annars við, at VB-kvinnurnar øktu um leiðsluna til 14-10 og 15-11, men so steðgaðu tær fullkomiliga upp. Við støðuni 15-13 til VB bleiv Margreth Augustinussen koyrd út í tveir minuttir, og tá Hanna Rubeksen so stutt seinni tók eitt brotskast frá Sólrun Krosslá, var tað sum um VB-liðið fullkomiliga misti bæði høvdið og mótið, samstundis sum málverjin hjá Kyndli eftir brotskastið fór at spæla betur. Tað sama var galdandi við verjuspælinum og Fridu S. Johannesen, sum fekk fleiri mál frá vonginum. Meðan VB-verjan hevði verið sera sterk í fyrra hálvleiki, var tað nú verjan hjá Kyndli, sum fór at spæla væl. Og tá VB-liðið so fór at missa fleiri bóltar óneyðuga, kom fullkomiliga vend í dystin.
Frá 11-15 fór Kyndil upp á 19-15, og sostatt gjørdi Kyndil tað sama, sum VB gjørdi í fyrra hálvleiki: Tær skoraðu átta ferðir, uttan at hitt liðið fekk nakað mál.
Við støðuni 19-15 fekk heimaliðið skil á verjuna aftur, og tær megnaðu at koma upp á 19-19 aftur, og við sjey minuttum eftir var dysturin aftur púra opin.
Kyndil hevur fleiri ferðir fyrr í ár víst, at tær tola at vera aftanfyri og kortini koma afturíaftur, og hetta endurtók seg í Vági sunnudagin. Hetta hevur ivaleyst eisini okkurt við vinnaramentalitet at gera, umframt at tá tað leikar javnt á, eru marginalarnir sum oftast við oddaliðunum. Hetta vóru eisini tvær av orsøkunum til, at Kyndil at enda dróg longra stráið og vann dystin 23-20.
Oddaliðið undirmetti helst eisini botnliðið, sum eina viku áðrenn hevði tapt stórt móti Neistanum, og samstundis var VB-liðið rættiliga tendrað eftir hetta stórtapið, sum tær ikki vildu hava at endurtaka seg. Tað var eisini sera nær við at eydnast hjá teimum, men í síðsta enda bleiv tað Kyndil, sum styrkti enn meira um oddasessin. Nú VÍF tapti fyri triðju ferð á rað, sær tað út til, at bert Stjørnan og Neistin og kanska eisini StÍF kunnu forða Kyndil í at endurvinna føroyameistaraheitið. Sunnudagin komandi skal Kyndil til Klaksvíkar at spæla móti »ræðslumótstøðuliðnum« Stjørnuni, sum tær enn ikki hava vunnið móti í hesi kappingini, og hóast Kyndil hevur vunnið teir fyrstu fýra dystirnar í endaspælinum, hevur tað ikki verið sannførandi. Dysturin í Klaksvík kann eisini fáa avgerandi týdning fyri, hvussu leikur fer í kappingini í ár, tí um Kyndil vinnur, er vandi fyri, at tær rýma heilt frá hinum liðunum.
VB kann iðra seg um, at tað ikki eydnaðist at fáa nakað stig, hóast tær høvdu greiða leiðslu einu løtuna, men samstundis kunnu vágskvinnur gleðast um, at avrikið hesaferð var væl betri enn móti Neistanum næstseinasta sunnudag. Teirra næsti dystur verður á heimavølli móti hinum botnliðnum GÍ/Tjaldrinum, sum eisini hevur havt stóra framgongd í seinastuni. Tann dysturin kann eisini gerast sera spennandi og kann geva eina ábending um, hvat av hesum báðum liðunum endar niðast í ár.