Ikki er tað hvønndagskostur, at fjølmiðlar verða vístir runt í hernaðarligum umhvørvi. Men nýggi leiðarin á radarastøðini í Mjørkadali, Niels H. Arvedsen, heldur, at støðin eigur at vera meira opin fyri fjølmiðlunum. Hann ynskir, at andlit verða fest á støðina, so at støðin ikki bert er ein radarstøð, men heldur ein radarstøð, har ávís fólk arbeiða. Tískil vóru føroysku fjølmiðlarnir og umboð fyri ymiskar føroyskar fyritøkur, boðin til ein bita og rundvísing á støðini í Mjørkadali seinasta mikudag.
Vælkomin at leita eftir kjarnorkuvápnum
Vitjanin á støðini í Mjørkadali byrjaði við, at nýggi leiðarin, Niels H. Arvedsen, beyð vælkomin og greiddi frá um seg sjálvan og søguna hjá støðini. Og sum tann skemtingarsami maðurin hann er, beyð hann øllum fjølmiðlafólkunum at vera vælkomin at fara niðan í Sornfelli at leita eftir Kjarnorkuvápnum. Hann segði í hesum sambandi, at støðin ongan møguleika hevur haft ella hevur at goyma kjarnorkuváp ella onnur ógvuslig vápn. Niels H. Arvedsen vísti á, at hesi krevja nógv pláss, og kundu tískil ikki verið goymd á støðini inni í Sornfelli.
Í sambandi við tosið um kjarnorkuvápn á støðini, vísti nýggi ovastin á, at eitt tíðarskeið var illgrunin um kjarnorkuvápn á støðini so stórur, at Tórshavnar býráð mótmælti við at nokta starvsfólki á støðini bústað í býnum.
Niels H. Arvedsen er 49 ára gamal og eigur tvey synir. Tann elsti av teimum er 21 ár og lesur samfelagsfrøði í Danmark, saman við fleiri føroyingum. Hetta heldur Niels H. Arvedsen vera sera stuttligt, nú hann er vorðin leiðari á støðini í Mjørkadali, tí nú hava bæði hann og sonurin tilknýti til føroyingar.
Tann yngri sonur Niels H. Arvedsen er 13 ára gamal og gongur í skúla niðri í Danmark. Hetta er m.a. ein orsøk til, at Niels H. Arvedsen ikki hevur valt at taka familjuna við til Føroya. Hann veit nevniliga ikki, hvussu leingi hann skal vera leiðari á støðini í Mjørkadali. Skipanin innan verjuna er nevniliga tann, at fólk ofta verða flutt millum ymiskar støðir kring um í ríkinum. Niels H. Arvedsen hevur fingið at vita, at hann skal vera her í eitt hálvt ár, men heldur hann, at betri hevði at verið her til einaferð í næsta summar.
Stórt byggiarbeiði
Einki er at ivast í, at strævið hevur verið hjá teimum, ið bygdu radarastøðina í og á Sornfelli. Byggingin byrjaði í 1959, og var tað táverandi danski uttaríkismálaráðharrin, Per Hækkerup, ið tók støðu til byggingina.
Tá byggingin byrjaði, var eingin vegur niðan í Mjørkadal, so trupult hevur verið at fingið tað nógva tunga tilfarið niðan frá skipunum, ið komu til Havnar við tí. Vegatrupulleikin varð tó skjótt loystur. Støðin bygdi sín egna veg úr Havnini og niðan, og var hesin vegurin byrjanin til Oyggjarvegin, tá føroyingar yvirtóku hann í 1966.
Eitt so stórt og krevjandi byggiarbeiði, sum byggingin av radarastøðini, kravdi nógv fólk. Tað vóru einir 200 mans úr ymiskum londum við í byggiarbeiðinum, og búðu teir í barakkum, nærhendis har støðin í Mjørkadali nú er.
Radarastøðin á Sornfelli var liðug á sumri í 1962 og varð hon tikin í nýtslu sum operativ støð summarið eftir.
Gjalda skatt í Føroyum
Niels H. Arvedsen upplýsti, at tað er vanlig mannagongd, at fólkini á støðini gerast føroyskir borgarar, beinanvegin tey koma til Føroya. Hetta vil siga, at øll, ið arbeiða á støðini gjalda føroyskan skatt, somuleiðis sum goldið verður til ALS og sjúkrakassa.
Danski atkvøðurætturin til Fólkatingið fellur eisini burtur, hjá teimum dønunum, ið koma til føroya at arbeiða á støðini í Mjørkadali og Sornfelli. Hesi fáa í staðin atkvøðurætt til Løgtingið og føroyskan atkvøðurætt til Fólkatingið, ið merkir, at tey kunnu velja eitt føroyskt umboð inn á Fólkating.
Tá Niels H. Arvedsen greiddi frá hesum, legði hann í skemti afturat, at eingin trupulleiki er hjá føroyingum at yvirtaka støðina, tí allir hermennirnir eru longu føroyskir.
Nýggi leiðarin á støðini greiddi frá, at eini 70 fólk eru arbeiða á støðini, og eru 15 prosent av hesum giftir til Føroya. Hetta, sigur hann, ger, at starvsfólkið kennir seg væl saman við føroyingum og hevur sera lætt við at koma í samband við føroyingar.
Eftirlit við øllum Norðuratlantshavi
Radarastøðin á Sornfelli hevur eftirlit við loftrúminum í einari ringrás, ið røkkur einar 260 fjóringar úr landi. Hetta vil siga, at hvørt einasta flogfar, ið flýgur innanfyri hesar 260 fjóringarnar, sæst á radaraskíggjunum á støðini á Sorfelli. Og talið av flogførum, ið radarastøðin fær eyga á, er ikki lítið. Talan er um eini 65.000 flogfør, ið flúgva í hesum loftrúmi um árið.
Myndirnar frá støðini á Sornfelli síggjast ikki bert í Føroyum. Støðin hevur nevniliga samband við aðrar støðir, millum annað í Skotlandi og Íslandi. Hesar støðir fáa myndirnar beinleiðis frá radaranum á Sornfelli. Harafturat er støðin í Skotlandi soleiðis útgjørd, at hon viðger upplýsingarnar frá Støðini á Sornfelli og sendir tær aftur í meira nýmótans líki.
Hóast útgerðin á Sornfelli er gomul, virkar hon væl, men ætlanir eru tó um, at skifta út ein stóran part av telduútgerðini og aðrari útgerð, so at støðin kann gerast meira nýmótans.
Sum fólk flest vita, eru tvær stórar kúpur uppi á toppinum á Sornfelli, men radari er bert inni í aðrari kúpuni. Inni í hinari kúpuni er ein stórur parabolur, ið fyrr varð nýttur til uttanlandssamskiti. Hesin verður ikki longur nýttur, orsakað av, at støðin er farin at samskifta gjøgnum telefonlinjur í staðin.
Skrivstovur í 749 metra hædd
Runvísing á støðini inni í og upp á Sornfelli var eisini partur av vitjanini á Flyvestation Torshavn. Vit vórðu víst runt í hølunum inni í sjálvum fjallinum og eisini varð farið upp á toppin. Fyri at koma upp á sjálvan toppin kundi ein velja millum at ganga tey 179 brøttu trapputrinini upp ella fara við lyftini, ið er hevur eina vídd á minni enn ein fermetur og tekur 4 fólk.
Myndamaðurin og eg sjálvur valdu at fara upp við lyftini saman við sløkkiliðsovastanum í Havn, Peturi Seloy og einum av starvsfólkunum, ið vístu okkum runt á støðini. Ikki kann sigast sambandið var lítið okkara millum, meðan vit vóru í lyftini, tí vit stóðu næstan omaná hvørjum øðrum.
Komnir upp á toppin fóru vit inn í teirri kúpuna, ið ikki longur er í nýtslu. Har var ikki so nógv annað at síggja enn niðurlagdi parabolurin, men sløkkiliðsovastin hugnaði sær tó óført við at kanna sløkkiútgerð o.a..
Eisini vóru vit ein túr uttanfyri sjálva kúpuna, og sóðu vit haðani út yvir allar Føroyar í tí góða sýninum, ið var.
Eftir rundvísingina varð farið niður aftur í fjallið, har vit vórðu víst runt á m.ø. elverkinum, samskiftisrúminum og ymiskum skrivstovum. Tað, ið eykendi øll hesi rúmini var, at eingi av teimum høvdu vindeygu. Starvsfólkið upplýsti okkum í hesum sambandi, at skrivstovufólkið á støðini kann verða ávirkað av tunglyndi, orsakað av, at tey ikki koma í samband við dagsljós.
Radarstøðin bumbað
Tann mest spennandi parturin av vitjanini var helst vitjanin inni í sjálvum rúminum, har eftirlitið við flogferðsluni er. Vit sluppu framat skíggjunum og sóðu, hvussu flogferðslan í Norðuratlantshavi var hesa løtuna. Tað, ið ein serliga legði til merkis í hesum sambandi var, at øll flogførini yvir Atlantshav flúgva eftir somu linju, sum um talan var um ein motorveg. Og flogførini, ið sóust á skíggjanum vóru ikki fá. Á leiðini til USA sóðust eini 8 - 10 flogfør.
Á radaraskíggjanum sóu vit eisini tvey flogfør á veg úr Skotlandi til Føroya. Starvsfólkið greiddi okkum frá, at hesi flogførini vóru frá enska flogvápninum og vóru tey á veg til Føroya at gera eina venjing saman við støðini á Sornfelli. Flogførini skuldu bumba støðina við orku, ið oyðilegði myndina á skíggjunum hjá eftirlitsmonnunum, so teir ikki sóu hvørji flogfør vóru í loftrúminum. Uppgávan hjá eftirlitsmonnunum var síðani at fáa myndina fram aftur á ein ella annan hátt.
Vit vóru til staðar tá radarstøðin varð bumbað, men tíði var knøpp, so vit fingu ikki at síggja, um tað eydnaðist strarvsfólkunum at fáa myndina fram aftur. Tó fingu vit at vita, at um talan var um krígsstøðu, vórðu flogfør send út at skjóta hini niður.
Eftir orkubumbuna var vitjanin á Flyvestation Torshavn komin at enda, og Sosialurin setti kós móti blaðhúsinum aftur.