Ísraelski herurin (IDF) veit seinnapartin í dag at siga, at tvey israelsk herfólk í dag hava latið lív har suðuri í Gazageiranum.
Meira er ikki at frætta um hendingina í løtuni.
Vápnahvíldin millum Ísrael og Hamas, sum amerikanski forsetin, Donald Trump, hevði sín leiklut í, sær í dag út til at vera brotin.
Sambært AFP-tíðindastovuni eru í minsta lagi 21 palestinar dripnir í ísraelskum álopum í Gazageiranum í dag.
Ísraelski herurin sigur, at tað er Hamas, sum hevur brotið vápnahvíldina. Hamas sigur, at hetta er ikki rætt og skuldsetir Ísrael fyri tað sama.
IDF hevur boðað frá, at herurin fer at fremja eina "røð" av loftálopum móti "yvirgangsmálum" í Gazageiranum.
Sum skist, hevur Ísrael eisini sagt seg fyribils vilja steðga flutningi av neyðhjálp inn í Gazageiran, siga útlendskar keldur.
Verjan í Gazageiranum sigur, at í minsta lagi 33 palestinar eru dripnir í ísraelskum álopum í dag. AFP-tíðindastovan segði fyrr í dag, at talið av deyðum var 21.