Wegovy-pillarin nærkast góðkenning í ES

Wegovy í pillaraformi hevur fingið grønt ljós frá evropiska heilivágsstovninum, EMA.

Wegovy í pillaraformi hevur sambært EMA líknandi hjáárin sum sproytuútgávan. Sproytan verður tikin eina ferð um vikuna, meðan pillarin skal takast dagliga á fastandi maga. (Savnsmynd)

Stovnurin mælir nú til, at góðkenningin av Wegovy verður víðkað, so hon eisini fevnir um pillaraútgávuna.

 

Endaliga avgerðin skal tó framvegis takast av ES-nevndini.

 

Wegovy-pillarin varð sendur á marknaðin í USA fyrr í ár, eftir at amerikonsku heilsumyndugleikarnir góðkendu hann í desember 2025.

 

EMA upplýsir, at pillarin bert verður tøkur við resept.

 

Hann skal takast eina ferð um dagin á fastandi maga eftir minst átta tímar uttan mat.

 

Pillarin verður eitt alternativ til Wegovy í sproytuformi, sum longu er góðkent til sølu í ES.

 

 

 

 

 

Wegovy í pillaraformi hevur sambært EMA líknandi hjáárin sum sproytuútgávan. Sproytan verður tikin eina ferð um vikuna, meðan pillarin skal takast dagliga á fastandi maga. (Savnsmynd)