Ursula von der Leyen, forkvinna í ES-nevndini, boðar frá einari nýggjari ES-ætlan fyri Arktis, sum verður løgd fram í heyst.
Á tíðindafundi í Nuuk í dag gjørdi hon samstundis greitt, at ES stendur saman við Grønlandi og Danmark í kjalarvørrinum á hóttanunum frá amerikanska forsetanum, Donald Trump, um at taka Grønland.
– Vit standa saman við Grønlandi og Danmark. Framtíð Grønlands er upp til Grønland at gera av – ikki onnur, segði Ursula von der Leyen.
Hon legði dent á, at landaøki og fullveldi eru grundleggjandi meginreglur í altjóðarætti.
Boðskapurin varð borin fram á felags tíðindafundi við Jens-Frederik Nielsen, grønlendska landsstýrisformannin, og Mette Frederiksen, forsætisráðfrú Danmarkar.
200 milliónir evrur í íløgum
Undir vitjanini undirskrivaðu ES, Grønland og Danmark eina nýggja felagsyvirlýsing um víðkað samstarv. Samstarvið fevnir millum annað um orku, talgild sambond og kritisk ráevni.
ES ætlar at stuðla samstarvinum við íløgum fyri 200 milliónir evrur, sum svarar til knappar 1,5 milliardir krónur.
Spurd, um hetta kann kykna uppaftur stríðið við Trump um Grønland, segði von der Leyen:
– Grønland hevur staðið fast og stendur framvegis fast undir ógvuliga stórum trýsti. Vit fara at standa saman við tykkum.
Mette Frederiksen legði dent á, at danska ríkið er eitt fullveldisríki og limur í bæði ES og Nato.
– Vit eru takksom fyri stuðulin, sum vit hava fingið frá okkara samstarvsfeløgum. Tað er týdningarmikið, at vit nú fáa eitt sterkari samstarv millum ES og Grønland, segði hon.
Samstarvið skal sambært donsku forsætisráðfrúnni hava ítøkiligar úrslit við sær, sum grønlendingar kunnu merkja í gerandisdegnum.
Vil samstarva við bæði USA og Evropa
Mette Frederiksen vísti eisini á, at fleiri sameind lond nú venja saman við Danmark og donskum skipum í Arktis.
– Vit vilja fegin samstarva tættari við USA, men vit vilja eisini samstarva enn tættari við okkara evropeisku sameindu um verju og trygd, segði hon.
Hetta var onnur ferðin í tvey ár, at Ursula von der Leyen vitjaði Grønland. Fyrsta vitjanin var í 2024, og sambært henni kann ein nýggj vitjan væntast innan ikki so langa tíð.
– Eg vóni at kunna koma aftur á vitjan innan tey næstu tvey árini, segði hon.
Ritzau










