Brøður leingja sáttmálan við ÍF

Markus og Jógvan á Lakjuni hava longt sáttmálan

Mynd: ÍF

ÍF skrivar á facebookvanga sínum:

 

- Brøðurnir, á Lakjuni halda fram saman!

 

Markus og Jógvan á Lakjuni halda báðir fram í reyðu ÍF-blusuni og verða sostatt framvegis ein partur av hópinum komandi árini.

 

Markus hevur longt sáttmálan í eitt ár, meðan Jógvan hevur longt sáttmálan í tvey ár.

 

Ungu og evnaríku brøðurnir hava longu fingið fleiri royndir við besta liðnum hjá ÍF. Markus hevur leikt 59 dystir og skorað eitt mál, meðan Jógvan hevur leikt 46 dystir og skorað fýra mál.

 

Vit gleða okkum til framvegis at síggja brøðurnar á Lakjuni í Fløtugerði í reyða ÍF-búnanum!  Skrivar ÍF.

 

Kelda: Faroesoccer

 

Mynd: ÍF