Mansliðið hjá StÍF hevur farnu dagarnar verið í Novo Sad í Serbia fyri at spæla dystir í European Cup móti HC Vojvodina.
StÍF tapti fyrra dystin 27-38 (11-17) móti krútsterka serbiska liðnum.
Í dag spældi StÍF seinna dystin, og endaði hann við 21-34 (12-17) tapi. HC Vojvodina vann sostatt ein samlaðan 72-48 sigur á StÍF.
Málskjúttar: Pætur Ó. Barclay 4/5, Pauli H. Rasmussen 3/5, Jón Midjord 3/4, Jógvan Andrias Lamhauge 3/4, Silas F. Jacobsen 2/3, Oddur T. Heinesen 2/3, Jóannes A. Prestá 1/2, Torkil Sverri D. Dahl 1/2, Sofus í Selvindi Nattestad 1/4, Trúgvi Hávardsson 1/3.
Bjargingar: Markus E. Jacobsen 5/26, Ingi Johannesen 3/16.