Tað endaði við 3-1 sigri til gestirnar, tá ið punktum í dag varð sett fyri væleydnaða heystfagnaðin á Eiði.
Teir í árstalsfelagnum fegnaðust um, at tað loksins eydnaðist teimum at vinna fulla úrtøku, og samstundis hava teir alla orsøk til at iðra seg um, at teir í fyrru dystunum ímóti EB/Streymi í ár ikki hava vunnið fleiri stig, enn teir hava.
Undan síðsta umfari er tað greitt, at B36 fer ikki á sumri í 2026 at luttaka í Europa, og tað er vónbrot, tí málið hjá B36 er á hvørjum ári at vera við í Europa.
B36 hevur 39 stig, og tað eru fimm stig fram til Víking, sum í síðsta umfari fær vitjan av HB, meðan B36 fær vitjan av FC Suðuroy.
Ímóti EB/Streymi hevur B36 mist tey stigini, sum resta í fyri at vinna seg undir liðina á Víkingi. Í Gundadali vann EB/Streymur í 8. umfari, sum var á krossmessu, 2-1, og í 11. umfari, sum var 24. mai, endaði tað málleyst í Gundadali.
B36 liðformaðurin Hannes Agnarsson er komin fyri seg, eftir at hann hevur verið darvaður av skaða í lærkrikanum, og tað var liðformaðurin, sum í 11. minutti og eftir innlegg frá Mariusi Kryger Lindh, legði gestirnar á odda. Hetta var fimta málið í ár hjá Hannesi Agnarsson.
Beinanvegin eftir steðgin skifti B36 tveir nýggjar spælarar inn. Símun Sólheim avloysti Róa Hansen á vongverjanum í vinstru, og í miðverjuni avloysti Mattias Weihe Joensen Heina Vatnsdal.
12 minuttir eftir steðgin var tað miðverjin Mattias Weihe Joensen, sum økti um leiðsluna til 2-0. Hetta var annað málið í ár hjá miðverjanum.
Eftir fríspark úr vinstru frá miðvallaranum Móritsi Heina Mortensen var tað Ábraham Klein Joensen, sum við høvdinum minkaði um munin til 2-1. Hetta var fyrsta málið hjá 22 ára gamla miðvallaranum í bestu deildini. Hann flutti í 2023 úr Víkingi og til til EB/Streym, og sambært FaroeSoccer var hann í dag fyri 20. ferð á besta liðnum.
Tað var í 63. minutti, at EB/Streymur minkaði um munin. Sum tíðin leið, spenti heimaliðið álopsbogan, og tað bar stórar málmøguleikar við sær í báðum endum.
Fýra minuttir eftir, at vanliga leiktíðin var farin, staðfesti B36 3-1 sigurin. Málskjútti var innskifti Jóhann Hansson Joensen, sum áður hevur spælt við EB/Strymi. Uppleggið átti Pætur J. Petersen. Hetta var fyrsta málið í bestu deildini hjá Jóhann Hansson Joensen í ár.
Í síðsta umfari fer EB/Streymur til Sørvágs, meðan B36 fær vitjan av FC Suðuroy.
EB/Streymur – B36 1-3 (0-1)
0-1: Hannes Agnarsson
0-2: Mattias Weihe Joensen
1-2: Ábraham Klein Joensen
1-3: Jóhann Hansson Joensen
Dómari: Alex Troleis
EB/Streymur: Jóannes Davidsen – Meinhard Geyti, Andras Ó. Olsen, Óli Eyðsteinsson Poulsen, Símun Kalsø – Mórits Heini Mortensen, Ábraham Klein Joensen, Tóki H. Johannesen – Gutti Dahl Olsen, Búi Egilsson, Kristian Svabo Eliasen
B36: Silas Eyðsteinsson – Bergur J. Poulsen, Heini Vatnsdal, Børge Petersen, Rói Hansen –Jógvan Kárason Gullfoss, Ragnar Samuelsen, Djóni Sivertsen – Marius Kryger Lindh, Pætur J. Petersen, Hannes Agnarsson