MJØLNIR-ÍF A 0-3 (16-17, 4-15, 11-15)
Tað vóru tvey lið, sum høvdu tapt sín seinasta dyst, sum fóru á vøllin í KÍ-høllini sunnudagin. Hjá fuglfirðingum ráddi um at vísa, at teir enn eru besta boð til meistaraheitið, og tað var júst tað teir gjørdu, hóast tað gekk striltið hjá teimum at koma í gongd.
Sum tað sæst omanfyri, so var sera, sera javnt í fyrsta settinum og spurningurin er, um dysturin ikki hevði fingið heilt aðra gongd, um Mjølnir vann fyrsta sett. Henda spurning nýtist okkum ikki at seta, tí hann verður ikki svaraður kortini.
Tað var Mjølnir, sum byrjaði best, og teir vóru rættuliga fitt frammanfyri ÍF a. Trupulleikin hjá klaksvíkingum var kortini, at teir ikki kláraðu at gera av við teir týdningarmestu bóltarnar og tí taptu teir fyrsta sett, heldur enn at vinna tað.
Støðan var annars tann, at teir høvdu fýra settbóltar uttan at tað eydnaðist teimum at vinna. Settið endaði við sigri til ÍF a, sum vann settið 17-16, so har hevur verið tætt.
Niður við nakkanum
Eins og tað hendi í Havn leygardagin fóru Mjølnirleikararnir púra niður við nakkanum. Teir kláraðu ikki at fóta sær, og tað hevði við sær, at ÍF trumlaði framvið teimum í øðrum settið.
Trygvi Poulsen, leikandi venjari hjá Mjølnir var ikki serliga væl nøgdur við hetta settið, tí tað vísir trupulleikan, sum Mjølnir hevur. Tá tað gongdu ímóti, so hanga menn við høvdinum og tað hevur so avgjørt ikki varið vanligt hjá klaksvíkingum.
Fuglfirðingar fingu hinvegin mótið aftur og tað gjørdi sítt til, at teir sítt spæla at koyra. Arvur og álop virkaðu, sum tey skuldu og klaksvíkingar høvdu trupult við at gera nakað aftur ímóti.
Annað sett endaði við einum avsmurningi til Mjølnir, sum tapti 15-4.
Frægari men ikki nóg mikið
Triðja sett var heldur frægari enn annað sett ? um vit síggja tað við ?klaksvíkseygum?. Mjølnir fór nú aftur at bíta frá sær, men tað var kortini ikki nóg mikið.
ÍF a-maskinan koyrdi nú, sum hon átti og tað fekk Mjølnir einki gjørt við. ÍF legði seg væl framum, men klaksvíkingar royndu av øllum alvi, at hanga í hølunum á klaksvíkingunum.
Triðja sett endaði við, at ÍF vann 15-11 og harvið dystin 3-0.
Tað er synd at siga, at tað var spenningur um úrslitið av dystinum. Nógvur spenningur var í fyrsta setti, men tá var liðugt var spenningurin eisini burtur. Hjá fuglfirðingum hevði tað stóran týdning at fáa víst, at teir aftur hava fingið glið á sítt spæl. Hjá Mjølnir hevði tað eisini havt stóran týdning at vunnið, men tað tykist, sum sagt, at teir eru ov langt frá hinum trimum liðunum.
Kortini skal eingin kenna seg tryggan tá teir spæla móti Mjølnir, tí teir kunnu brádliga gera ein ordans vørr, sum prógvar at teir bæði hava spælararnar og spælið til at vinna á liðunum, sum eru frammanfyri.