Óli Mittún og liðfelagarnir í GOG spældu í dag dyst á útivølli í bestu donsku hondbóltsdeildini móti Fredericia, sum fyri fáum døgum síðani gav kenda íslendska venjaranum, Guðmundi Guðmundssyni sekkin.
GOG byrjaði dystin væl, men so tók Fredericia yvir, og var heimaliðið á odda 14-11 í steðginum. Tað endaði við 33-27 sigri til Fredericia. Heimaliðið stóð framúr væl í verjuni, og tað gav Óla og liðfeløgunum stórar trupuleikar.
Óli hevði tó eitt pent avrik við trimum málum, fýra uppleggum til mál, og hann vann eisini liðnum eitt brotskast. Tað var serliga løtan í seinna hálvleiki, har Fredericia fór frá 18-17 til eina 28-20 leiðslu, at tað haltaði hjá GOG.
GOG seks stig fyri fimm dystir.
Komandi hósdag klokkan 19 kemur liðið hjá Paula Jacobsen, HØJ á vitjan hjá GOG í Svendborg Arena høllini.











