- Eg var mín fyrsta túr til skips sum níggju ára gamal saman við pápa mínum við garnaskipinum, Nim. Fyrstu ferð, eg fekk hýru, var sum 14 ára gamal við djúpvatnstrolaranum, Niels Paula. Fyrsta túrin fekk eg hálva hýru, og tveir teir næstu túrarnar fekk eg longu fulla hýru.
Tað sigur Jóhan Eli Poulsen brosandi. Seinastu árini hevur hann siglt sum dekkari og avloysari sum 2. stýrimaður við uppsjóvarskipinum, Arctic Voyager. Tað er P/F Jókin, ið eigur skipið, sum er heimahoyrandi í Vági. Tá vit skiftu orð við Jóhan Eli herfyri, vóru teir á øðrum túrinum á sild.
Umframt at hava verið fiskimaður í nógv ár, harav skipari við ísfiskatrolara, hoyrir tað eisini við uppí søguna, at Jóhan Eli Poulsen eisini hevur sitið á Føroya løgtingi fyri Fólkaflokkin, men í dag væntar hann ikki, at hann fer at stilla uppaftur á einum komandi vali.
Ein størri samrøða er í VikuskiftisSosialinum við sandvíkingin, sum býr í Hvalba. Blaðið, sum kom seinasta fríggjadag, fæst til keyps í blaðsølunum kring landið.
##med2##












