Jólasølan hjá Dugna er byrjað

- Tá sølan læt upp í gjár, stóðu fólk uttanfyri í bíðirøð, sigur Elin Ludvig, stjóri á Dugna, sum fegnast um, at jólasølan plagar at vera væl vitjað

 

Árliga jólasølan hjá Dugna er byrjað. Jólasølan er í Tinghúsinum í Klaksvík og í Tinghúsinum á Hjalla.

 

Alskyns jólaprýði er at fáa. Talan er um endurnýtslu, tí alt er tilfar, sum fólk lata inn gjøgnum árið.

 

- Jólasølan plagar at at vera væl vitjað, og tá sølan læt upp í gjár, stóðu fólk uttanfyri í bíðirøð, sigur Elin Ludvig, stjóri á Dugna. 

 

Um góðar tvær vikur verður árliga Kærleikskúlan handað. Dugni letur Kærleikskúluna til onkran, ið hevur gjørt mun í samfelagnum.

 

- Í ár verður Kærleikskúlan handað hin 27. november klokkan 10. 

 

##med2##

 

##med3##