– Eg vil ikki navngevast, men vil gjarna varpa ljós á ein stóran trupulleika, sum bara versnar. Talan er um bólkatrýstið, sum fólkaskúlin leggur á foreldur við at fyriskipa dýrar námsferðir, so sum hesa á heili 15.000 krónur.
Soleiðis skrivar ein kvinna, sum vil vera dulnevnd. Hon heldur, at slíkar námsferðir hoyra ikki heima í einum fólkaskúla, sum sambært endamálsorðingini skal vera ókeypis og rúma øllum.
Hon skrivar soleiðis:
Foreldur at børnum á Skúlanum á Fløtum mugu taka lán til námsferð!
Næmingar í 9 í.p á hondbóltsbreytini á Skúlanum á Fløtum fara námsferð til Trier 24. nov. - 1. des. at hyggja at endaspæli í hondbólti hjá kvinnum, og í gjár sendi skúlin rokning til foreldrini á 11.000 kr. fyri hvørt av teimum 20 børnunum. Nátturði, flutningur til og frá flogvølli, aktivitetir uttan fyri hsf og lummapengar eru ikki íroknað, so ferðin kemur lættliga at kosta 15.000 kr. fyri hvønn næming.
Foreldrini fingið teldupost 6. august við kunning um ferðina, “tilboðið” var 10.500 kr. Skúlin legði ordiliga bólkatrýst á, prísurin var treytaður av, at øll 20 børnini komu við, og svar skuldi gevast innan eina viku. Børnini vóru longu kunnað og gleddu seg, so eingin vildi vera tann sum segði nei.
Eingin ráðleggingarfundur var hildin við foreldrini, áðrenn teldupostin við freistini var sendur. Fleiri av foreldrunum starvast innan ferðavinnuna og øtaðust um prísin, og bjóðaðu seg til at finna bíligari loysn, men svarið frá skúlanum var, at talan var um tilboð frá Rúna Djurhuus, og hann hevði keypt øll atgongumerkini til hondbóltsfinaluna, so møguleiki var ikki at finna aðra loysn, hetta var eitt pakkatilboð.
Talan er um sama hotell við tvey-manskømrum, sum allir hinir føroyingarnir fara á, og verður sum seinasta hondbóltsfinala í Berlin, so verður rimmar ball á hotellinum, og børnini eru 15 ár, tannáringar. Tað er ikki hóskandi stað til eina námsferð, og hví skal man fara á fínt hotell við tvey-mans kømrum á námsferð.
Í hesum tíðum, tá prísirnir bara hækka, har fólk ikki hava ráð til mat, er hetta púra skilaleyst. Foreldrini hava kært sína neyð til skúlan, at hetta er alt ov dýrt, at krevja at foreldur leggja 15.000 kr. út beint áðrenn jól. Onkur foreldur hava spart saman til at fara til hondbóltsfinalur í Oslo í januar og ætla at geva børnunum tað í jólagávu, men so kemur hendan ferðin afturat.
Námsferðir í fólkaskúlanum eru farnar púra av kós, og tað er sama skil runt landið. Fleiri skúlar fara hvørt ár til Spania umvegis felagið Sólorku, ferðir sum kosta nógvar túsund krónur.
Í dag kunnu foreldur ikki spara saman at fara ferðir saman við børnunum, fyri tað fyrsta, tí tey hava ikki ráð. Tey skulu rinda fyri námsferðir, og fyri tað næsta er støðið á námsferðum so høgt, at tað skal ein luksusferð á fimmstjørnaðum hotelli fyri at toppa námsferðina.
Hví verða leiðreglur fyri námsferðir ikki gjørdar, hví steðgar ongin hesum? Tað hoyrir ikki heima í einum fólkaskúla at áeggja bólkatrýst og stórar rokningar á foreldur. Ein fólkaskúli eigur at vera ókeypis og fyri øll.
Sjálvt matpakkarnir eru dýrir. Skúlin upplýsti at fyri at velja eina bíligari loysn, kundu lærarnir keypa breyð og viðskera í handli og gera næmingunum ein matpakka pr. dag. Skúlin tekur 75 kr. fyri hvønn matpakka pr. dag.










