Tað var stórur fagnaður millum teir í árstalsfelagnum, tá ið dómarin Niklas Petersen bríkslaði fyri síðstu ferð í Gundadali í dag.
Næstbesta liðið hjá B36 hevur stóran part av kappingarárinum verið á niðurflytingarplássi, og leingi sá tað einki út fyri, at tað fór at eydnast liðnum at bjarga sær. Seinastu vikurnar hevur liðið við sigrum í Klaksvík og á heimavølli ímóti 07 Vestur lyft seg longur upp, og í dag var tað sera søtur sigur, tá ið tað á heimavølli eydnaðist at vinna 1-0 ímóti ÍF, sum er á fjórða plássi.
Sigurin ber við sær, at B36 hevur 24 stig og er í løtuni fýra stig frá niðurflytingarplássi.
Málskjútti í dag var Dávid Høgnason Viderø. Tað var dygst undan steðginum, at Dávid, sum 7. september fylti 17 ár, setti bóltin í málið. Hetta er níggjunda ferðin í ár, at Dávid er málskjútti. Fyrsta málið skoraði hann 15. mai, og síðstu tíðina hevur hann skorað í 17., 19., 20. 21. og nú í 23. umfari.
Á liðnum hjá B36 í dag vóru fleiri spælarar, sum plaga at vera á listanum hjá besta liðnum. Her verður hugsað um Markus Hellisdal, Róa Hansen, Jóhann Hansson Joensen og Rana Berg í Soylu.
Í trimum teimum síðstu umførunum fer ÍF, sum er á fjórða plássi við 37 stigum, at spæla ímóti KÍ (ú), Skála (h) og B71 (ú).
Í trimum teimum síðstu umførunum fer B36 at spæla ímóti NSÍ (h), Víkingi (ú) og EB/Streymi (h).
##med2##