stendur rimmarfast, at tað fyrst og fremst er Streymoyggin, sum tykist ynskja broytingarnar. Verða eykavaldu løgtingslimirnir roknaði við, eigur Streymoyggin 13 atkvøður, og av hesum er bert ein, sum sigur [...] málið rættiliga ymisk, eins og hon eisini tykist vera tað innanfloks. Flestu flokkara hava siðvenju fyri, at hvør tingmaður atkvøður eftir egnari sannføring í slíkum málum, og talan er tí óvæntað um spjaddar [...] fingið hesar fýra spurningar: 1Skal tað verða loyvt at selja øl, vín og rúsdrekka í handlunum 2Skal tað verða loyvt at selja øl og vín í handlunum 3Skal tað verða loyvt at selja øl til størri tiltøk 4Skal
valstríðnum loysing, útbúgving, mentan, gransking, javnstøðumál, almannamál og einskiljingin. Yvirlýsingin er stutt og sera greið og við henni hevur flokkurin flutt seg eitt fitt stig aftur til vinstru. So [...] landsfundir í vikuskiftinum, tað má ásannast. Næstformansval var bæði í Sambandsflokkinum og í Tjóðveldisflokinum, og valini geva ivaleyst eina ábending um, hvørja politiska kós flokkarnir fara at halda í [...] sum hann hevur verið. Johan hevur enn ikki sagt takk fyri seinast við løgmann, og einaferð skal tað verða, so mikið er vist. Løgmaður er helst noyddur at stíga varliga mótvegis Sambandsflokkinum. Tórbjørn
viðurskifti okkara í lagi, og vit bjóðaðu teimum at koma at kanna øll viðurskifti, evt. saman við grannskoðara, men tí tilboðnum tóku teir ikki av, siga Gunnbjørn og Hans Andreas Joesen. Og teir leggja afturat [...] Samherja og eina ætlaða kvettroynd at keypa verksmiðjuskipið Athenu. Tó siga brøðurnir, at tað var skeivt at kalla nakran landasvíkjara ella quisling. Tey orðini taka teir aftur Síðani greinin um Thor og felagið [...] gjørt viðmerkingar og lagt okkum undir ymiskt, sum ikki er í tráð við veruleikan. - Tað, sum stendur í nevndu grein, sum byggir á eina samrøðu við okkum báðar, kunnu vit standa inni fyri, og vit ætla okkum
á. Og tað, sum einamest hevur skapt alt hetta, er hugflogið hjá teimum, sum starvast í ferðavinnuni ella hava hana sum hjávinnu. ?Íslendingarnir tykjast síggja møguleikar í øllum. Hvørt tarablað og hvørt [...] sigur hann. Sjálvandi hava íslendingar betri umstøður og størri møguleikar á so mangan hátt, enn føroyingar hava, ásannar Rúni Hentze. Landið er størri og fjølbroyttari við nógvum náttúrumøguleikum, sum fáur [...] tað, vit hava at bjóða í Føroyum, verður ikki nóg væl gagnnýtt. ?Tað er heilt vist, at kóparnir vestantil undir Sandoynni og fyri tann skuld kring allar oyggjarnar, høvdu langt síðan verið gjørdir til
meðalhúski í Føroyum í 1972, eins og samanborið er við nýtsluna hjá meðalhúskinum í Íslandi og í Danmark. Okkurt frávik er, segði Hermann Oskarsson, stjóri á Hagstovuni, í og við, at føroyska kanningin bygdi [...] . 1. apríl varð prístalið sett til 100, og 1. juli er tað komið upp á 100,5. Tað vil siga, at prísirnir eru hækkaðir eitt hálvt prosent hendan ársfjórðingin, og tað er lítið, siga búskaparfrøðingar. Hagstovan [...] vóru sonevndar húsarhaldskanningar. Tað vil siga, at ringt verður til ymsu húsarhaldini og spurt um nýtsluna av hesum og hasum. Tað kann geva ávís frávik, segði hann. Men tað kann avgjørt hava sínar fyrimunir
samanhangur er millum tey føgru orðini og tølini á fíggjarlógini. Eitt er vist: skulu tey gyltu lyftini haldast, so má fíggjarlógin hækka munandi longu frá 1. januar í 2003 og restina av valskeiðinum. Tað verður [...] lyftunum frá samgonguskjali og valstríði. Fullveldið er lagt á hyllina fyri hetta valskeiðið, men samstundis er boðað frá stórum yvirtøkum, nýggjum ætlanum, stórum íløgum og skattalættum. Her hongur ikki [...] torført at hugsa sær, at als einki skal henda, og tí velur fíggjarmálaráðharrin ivaleyst skattahækkingarnar í hesum umfari. Vit eru fyrst í einum valskeiði, og hann kann vóna, at veljararnir gloyma lyftini
tunnlum alt samdøgrið, og har ferðsla er, henda óhapp. Arbeiðið at skapa eitt gott og trygt vegakervi hevur verið rættiliga støðugt, síðani landsvegakervið av álvara varð gjørt í 70- og 80-árunum. Verjur settar [...] r hava eina ferjulegu, men sum er, ber til at koma til og úr oynni bæði morgun og kvøld so at siga hvønn dag alt árið. Skal útjaðarin mennast, og skulu kalsoyingar hava gott ferðasamband, er neyðugt við [...] at landsstýrið samvirkar ikki serliga væl, og at gjógvin millum Fólkaflokkin og Tjóðveldisflokkin bara veksur, samstundis sum tað treingist um fíggjar- og búskaparliga! Sosialurin
Brestir og hvalbiartrolararnir, Steintór og Niels Pauli. Men sum skilst, hava sølurnar uttanlands heldur ikki eydnast serliga væl, tí marknaðurin í eitt nú Týsklandi er lutfalsliga lítil og tolir ikki [...] kalla ómøguligt, nú verkfall er, og fiskurin ikki fæst til Norrønu, sum siglir av Havnini. Arbeiða bara fryst Fiskavirking á Tvøroyri er høvuðskeypari av kongafiski, og nú møguleikarnir at flyta fiskin [...] gevur 3-4 krónur minni fyri ráfiskin enn vanligt, og tað meta reiðaríini ikki vera nóg mikið. Tí hava fleiri djúpvatnstrolarar, sum fiska kongafisk og upsa, verið uttanlands við veiðini. Skipini, sum talan
tí summir bátar fingu lítið og einki. Louis sigur, at tað er ymiskt, hvussu fiskurin tekur. - Nógv sild er í fiskinum, og hevur hann nóg mikið fyri kjaftin, er ikki vist, hann hevur so stóran áhuga í [...] Í seinastuni er fiskurin blakaður upp úr bátunum við hond og koyrdur í smáar kassar. Tað tekur sína tíð og kann vera strævið eftir langan og strævnan útróðrardag, sigur Louis Houmann. [...] Tað er nógv lív í norðanfyri í norðhavstíðini. Bæði á Eiði, Haldórsvík og Oyndarfirði liggja nógvir útróðrarbátar í februar og mars. Soleiðis er eisini í Klaksvík, men har eru so nógvir bátar alt árið
eg hesar persónar vera púra ófarligar. Men eg harmist og undrist yvir, at júst hesir, leiðaran inc. og helst fleiri við teimum í dag eftir skrivt og talu at døma, lovprísa imperialismuni. Nær er ein búgvin [...] nøkur ár fyri 25 til 30 árum síðani. Tað var tá ógvuliga in við marxistiskum lesiringum, su tað vist kallaðist, og fekk sjálvur hug at vita, hvussu hetta nú mundi vera. Eg var, minnist meg rætt, til tvey møtir [...] Sum tú sigur, var hetta ein øgilig persóndyrkan av m. ø. Lenin, Stalin, og táverðandi sovjetiskum leiðarum. Nøkur hugtøk vóru rætt og slætt so forkastilig, eitt nú imperialisma, at tú sat við eini kenslu