Rúsdrekkalógin
Tá ymsu festivalarnir í summar fara av bakkastokki, verður tað eftir øllum at døma eisini við uttandura barrum, har tey vitjandi fáa møguleika at keypa sær eina bjór. Tað hava tey kanska eisini havt áður, men hesa ferð verður tað fult lógligt.
Tað tykist nevnliga vera vist, at ætlaða broytingin - ella dagføringin - hjá Bjarna Djurholm av rúsdrekkalógini vinnur frama, tá atkvøðast skal um málið, sum nú liggur í nevnd.
Liberala suðurstreymoy
Sosialurin hevur hevur verið í samband við tey 32, sum í dag manna løgtingið, og av hesum siga 20 seg vera fyri ætlaðu broytingunum. Níggju tinglimir siga seg vera ímóti broytingini, meðan tríggir tinglimir siga seg onga viðmerking hava til málið í løtuni.
Verður býtið seg upp landafrøðiliga, so stendur rimmarfast, at tað fyrst og fremst er Streymoyggin, sum tykist ynskja broytingarnar. Verða eykavaldu løgtingslimirnir roknaði við, eigur Streymoyggin 13 atkvøður, og av hesum er bert ein, sum sigur seg vera ímóti uppskotinum.
Aðra staðni kring landið er støðutakanin til málið rættiliga ymisk, eins og hon eisini tykist vera tað innanfloks. Flestu flokkara hava siðvenju fyri, at hvør tingmaður atkvøður eftir egnari sannføring í slíkum málum, og talan er tí óvæntað um spjaddar fatanir av málinum. Einasti flokkurin, sum púrasta greitt tykist vera fyri ætlaðu broytingunum, er Tjóðveldisflokkurin. Har siga sjey av átta tinglimum seg vera fyri hesum.
Ikki á hillarnar
Spurningurin um at fáa øl, vín - og kanska eisini sterkari løg - á handilshillarnar, hevur eisini verið reistur seinastu tíðina.
Men her tykjast løgtingsmenn hava eina rættiliga greiða støðu til spurningin. Tíggju løgtingsmenn siga seg vera fyri, at øl og vín skal koma á handilshillarnar, meðan bara tríggir siga ja til at hetta eisini skal umfata rúsdrekka.
Hinvegin er heldur ikki meiriluti fyri, at rúsdrekkalógin skal herðast. Bara fýra løgtingslimir siga vilja atkvøða fyri slíkum uppskoti.
---
Fakta
Spurningarnir
Tey 32 tingfólkini hava fingið hesar fýra spurningar:
1Skal tað verða loyvt at selja øl, vín og rúsdrekka í handlunum
2Skal tað verða loyvt at selja øl og vín í handlunum
3Skal tað verða loyvt at selja øl til størri tiltøk
4Skal rúsdrekkalógin herðast
Soleiðis svaraðu tey
janeionga viðm.
Øl, vín og rúsdrekka í handlar3245
Øl og vín í handlar10184
Øl til størri tiltøk2093
Herd rúsdrekkalóggáva4244