Íslendingar duga betri enn føroyingar

Íslendingar duga betri at fáa burtur úr ferðavinnuni, enn føroyingar gera. Ein partur av muninum er infrastruktururin, sum er nógv betri í Íslandi, heldur leiðarin á føroyska sjómansheiminum í Reykjavík

Íslendingar duga nógv betri enn føroyingar at vinna pening burtur úr ferðavinnuni, heldur Rúni Hentze, sum er leiðari á Sjómansheiminum Ørkini í Reykjavík.
?Íslendingar fáa pengar burtur úr øllum, sigur Rúni Hentze. Men teir eru eisini betri útgjørdir, enn føroyingar eru, til at taka í móti fremmandum ferðafólki. Her er alt, sum fólk kunnu hugsa sær, vísir hann á. Og tað, sum einamest hevur skapt alt hetta, er hugflogið hjá teimum, sum starvast í ferðavinnuni ella hava hana sum hjávinnu.
?Íslendingarnir tykjast síggja møguleikar í øllum. Hvørt tarablað og hvørt rossatjóður verður umsett til pening frá fremmandum ferðafólki, sigur hann.
Sjálvandi hava íslendingar betri umstøður og størri møguleikar á so mangan hátt, enn føroyingar hava, ásannar Rúni Hentze. Landið er størri og fjølbroyttari við nógvum náttúrumøguleikum, sum fáur annar hevur.
Men hann heldur kortini, at tað, vit hava at bjóða í Føroyum, verður ikki nóg væl gagnnýtt.
?Tað er heilt vist, at kóparnir vestantil undir Sandoynni og fyri tann skuld kring allar oyggjarnar, høvdu langt síðan verið gjørdir til ferðavinnumál, um íslendingar høvdu teir. Hygg bara at Húsavík á NorðurEysturlandinum, sigur hann og sipar til, at har hava tey upp á eini fimm ár bygt upp eina størri vinnu við einum hvalasavni og útferðum við skipi at hyggja at hvali. Serliga er tað stórhvalurin, sum hevur áhuga hjá ferðamanninum, sum fegin vil gjalda fitt av peningi fyri at síggja hetta stóra djórið.
Eitt annað, sum íslendinar eisini tykjast duga betri enn føroyingar, er at veita tænastu, heldur Rúni Hentze.
?Ikki tað, at føroyingar ikki eru blíðir og fyrikomandi, men við hvørt noyðist ein kortini tíverri at ásanna, at tænastan er ikki tann optimala, tá ein hevur við fremmandafólk at gera. Hetta duga íslendingar nógv betri, heldur hann.
Leiðari á kunningarstovuni í Hveragerði á Auðurlandinum, er hálvi føroyingurin Davíð Samúelsson. Hann ásannar, at tað ivaleyst er okkurt, føroyingar hava eftir at læra í ferðavinnuni. Og sumt kunnu teir ivaleyst eisini læra av íslendingum.
?Men íslendingar duga heldur ikki alt til tað fullkomna, sigur hann. Tak nú hesar bóndagarðarnar, har fólk eru farin undir at taka í móti ferðafólki. Tey selja mjókakvoturnar og byggja summarhús. Duga ikki eitt orð av fremmandamáli, og so verður tað eisini hareftir, sigur hann.
Jú, rætt er, at íslendingar duga betur í summum førum, men aðrastaðni eru føroyingar eisini væl við, sigur Davíð Samúelsson. So kanska kunnu vit eisini læra okkurt hvør av øðrum, heldur hann.

Myndir