Kikarin varð settur á trygdarspurningin í føroysku tunnlunum um seinasta ársskiftið. Tá kom eldur í tann stóra bussin, liðabussin, tey róptu. Óhappið hendi, minnist okkum rætt, beint eftir, at bussurin var komin út úr Leynartunnlinum. Fjølmiðlar settu tá spurnartekin við, hvat var hent, um eldur kom í bussin, meðan hann var í tunnlinum? Myndugleikar megnaðu ikki at svara spurninginum til fulnar, og eisini kom fram eitt ivamál um, hvør hevur ábyrgdina av trygdini í tunnlunum.
Líkamikið, síðani hevur verið arbeitt við spurninginum at skapa betri trygd í tunnlunum, m.a. við neyðtelefonum, sløkkiútgerð o.ø. Tað er sjálvandi at fegnast um, tí nógv ferðsla er í fleiri tunnlum alt samdøgrið, og har ferðsla er, henda óhapp.
Arbeiðið at skapa eitt gott og trygt vegakervi hevur verið rættiliga støðugt, síðani landsvegakervið av álvara varð gjørt í 70- og 80-árunum. Verjur settar upp. Lendið, sum hevur forðað góðum sýni, er tiknar burtur. Vegir eru gjørdir beinir, o.s.fr. Men nú er líkt til, at ein partur av hesum arbeiði verður steðgað, tí tað treingist um fíggjarliga. Harafturat er tørvurin á peningi stórur á nógvum økjum. Men so er spurningurin, hvussu vit raðfesta íløgur og rakstur.
Á samferðsluøkinum eru heilt vist nakrar íløgur, sum kunu bíða eitt ár ella fáa eina lægri játtan næsta fíggjarár. Tað hevur størri týdning at fáa ta neyðugu trygdina í tunnlunum framda í verki enn at gera fleiri íløgur innan samferðsluna. Ein íløga, sum kundi bíða eitt ár, ella fingið minni játtan næsta ár, er ferjuleguætlanin á Syðradali. Sjálvandi skulu kalsoyingar hava eina ferjulegu, men sum er, ber til at koma til og úr oynni bæði morgun og kvøld so at siga hvønn dag alt árið.
Skal útjaðarin mennast, og skulu kalsoyingar hava gott ferðasamband, er neyðugt við eini ferjulegu, men arbeiðið at gera ferjuleguna kann óivað byrja, hóast ikki 15 mió.kr. verða settar av næsta ár.
Sum skilst hevur Vinnumálastýrið mælt til at bíða við ætlanini í Kalsoynni eitt ár ella so, men í hesum føri hevur Fíggjarmálastýrið sett játtanina á aftur uppskotið til fíggjarlóg. So er spurningurin, hvør skal ráðfesta íløgurnar: aðalstýrið, sum hevur málsøki undir sær, ella tað máttmikla Fíggjarmálastýrið?
Í øllum førum hava vit aftur eitt dømi um, at landsstýrið samvirkar ikki serliga væl, og at gjógvin millum Fólkaflokkin og Tjóðveldisflokkin bara veksur, samstundis sum tað treingist um fíggjar- og búskaparliga!
Sosialurin