Oddagrein·Innanhýsis stríð

Samgongan er eitt hús í split við seg sjálvt. Tað frættist at kalla bert um klandur og um ósemjur, meðan púrt einki konstruktivt kemur frá landsstýrinum. Hetta er ein løgin støða, serstakliga tá hugsað verður um, hvussu nógv orka varð løgd í at fáa júst hesa samgongu upp á føtur. Samgonguskjalinum trýtur ikki føgur orð og stór mál, men í politiska gerandisdegnum sæst lítið og einki til hesi mál. Her druknar alt í klandri, maktkampum millum flokkar og innanflokka.

Um nakrar dagar kemur fíggjarlógin á tingborð. Tá verður spennandi at síggja, um samanhangur er millum tey føgru orðini og tølini á fíggjarlógini. Eitt er vist: skulu tey gyltu lyftini haldast, so má fíggjarlógin hækka munandi longu frá 1. januar í 2003 og restina av valskeiðinum. Tað verður ikki minni spennandi at síggja, um minkaði blokkurin fer at ávirka alt hetta. Fíggjarmálaráðharrin vil vera við, at minkaði blokkuirn als onga ávirkan hevur á komandi fíggjarlógina.

Tað verður áhugavert at síggja, hvussu hann loysir tann knútin. Tí hvussu hann so vendir og snarar hesum máli, so eru út við 400 milliónir úti av almenna búskaparliga renslinum. Hesar skulu útvegast so ella so, samstundis sum pláss skal vera fyri øllum teimum gyltu lyftunum frá samgonguskjali og valstríði. Fullveldið er lagt á hyllina fyri hetta valskeiðið, men samstundis er boðað frá stórum yvirtøkum, nýggjum ætlanum, stórum íløgum og skattalættum. Her hongur ikki saman. Her kann ikki vera nóg mikið til allar landsstýrismenn og teirra øki. Man tað ikki vera her, at ein orsøkin til klandrið er at finna? Tá krubban er tóm, býtast hestarnir sigur eitt gamalt orð.

Kemur fíggjarmálaráðharrin hinvegin við eini fíggjarlóg, ið er økt samsvarandi lyftunum í samgonguskjalinumn, so er tað møguligt, at gongd kemur á politiska arbeiðið, ið higartil hevur ligið púra stilt. Men við minkaðum blokki gerst hetta ikki uttan skattahækkingar. Tað er torført at hugsa sær, at als einki skal henda, og tí velur fíggjarmálaráðharrin ivaleyst skattahækkingarnar í hesum umfari. Vit eru fyrst í einum valskeiði, og hann kann vóna, at veljararnir gloyma lyftini um skattalættar, móti at nakað munagott hendir á øllum samfelagsøkjum her og nú. Tørvurin er ómetaligur, tí so nógv hevur ligið á láni hesi seinastu fýra árini, orsakað av hansara sera konservativa fíggjarpolitikki.

Tað fíggjarmálaráðharrin ræðist mest er, at veljararnir skulu fáa ta fatan, at politiska deyðavatnið stavar frá minkanini í blokkinum. Tí má hann handla nú og koma við eini nógv øktari fíggjarlóg, sjálvt um hetta er í mótstríð við politikkin hjá sterkasta samgonguflokkinum, fólkaflokkinum. So kunnu vit kanska vænta eina symbolska skattalækking móti vali aftur. Livst so spyrst. Klandrið man tó fara at halda fram, tí orsøkirnar eru nokk ikki bara tann tóma krubban. Her eru onnur mál, sum skilja, og tað fara vit at venda aftur til seinni.

Sosialurin