Thor-brøðurnir standa við ákærurnar um kvettroynd

Thorbrøðurnir standa við alt tað, teir søgdu í greinini í Vinnuvitan, sum umrøddi Samherja og eina ætlaða kvettroynd at keypa verksmiðjuskipið Athenu. Tó siga brøðurnir, at tað var skeivt at kalla nakran landasvíkjara ella quisling. Tey orðini taka teir aftur

Síðani greinin um Thor og felagið Ocean Group stóð í seinastu útgávu av Vinnuvitan, hava aðrir partar í málinum gjørt viðmerkingar og lagt okkum undir ymiskt, sum ikki er í tráð við veruleikan.

- Tað, sum stendur í nevndu grein, sum byggir á eina samrøðu við okkum báðar, kunnu vit standa inni fyri, og vit ætla okkum ikki undir nakað longri tjak um málið. Nevnda grein lýsir okkara fatan av málinum, og fólk kunnu so sjálvi meta um málið eftir at hava lisið tær viðmerkingar, sum hava verið til greinina, siga Gunnbjørn og Hans Andreas Joensen frá P/F Thor í tíðindaskrivi.

Teir vísa til greinirna hjá Magnus Gudmundsson og Elias Christophersen í Sosialinum tann 7. mai 2007:

- Eingin partaeigari hevur nakrantíð biðið okkum um upplýsingar, ella biðið um at fáa fund uttan at slíkt ynski er eftirlíkað. Tað fyrsta vit hoyrdu um at onkur partaeigari møguliga var ónøgdur við viðurskifti í felagnum var, tá vit fingu bræv frá íslendskum advokati við ynski um fund. Tann fundurin var hildin í Hósvík. Hetta var eftir at allir hesir partaeigar høvdu skrivað undir eina avtalu, har teir bundu seg at selja partabrøvini saman, og vit vita fyri vist, at teir eisini høvdu fingið boð upp á teirra partabrøv uttan at vit vóru kunnaðir, siga teir báðir.

Á fundinum í Hósvík vórðu teir spurdir um ymisk roknskaparlig viðurskifti, m. a. um ta rokning, teir báðir í greinini nevna. - Sjálvandi eru øll fíggjarligu viðurskifti okkara í lagi, og vit bjóðaðu teimum at koma at kanna øll viðurskifti, evt. saman við grannskoðara, men tí tilboðnum tóku teir ikki av, siga Gunnbjørn og Hans Andreas Joesen. Og teir leggja afturat, at viðvíkjandi tí láni frá Eik, sum teir nevna, er at siga, at tey viðurskiftini eru øll lýst í partaeigarasáttmála. Talan er um eitt lán, sum frá byrjan varð avtalað.

- Sum nevnt er alt tað, sum stendur í fyrru blaðgrein okkara rætt, men vit skulu tó viðganga at vit ikki áttu at kallað nakran fyri landasvíkjara, ella quisling. Tey orðini taka vit aftur, siga teir at enda í tíðindaskrivi.