Seinastu vikurnar hevur føroyski leikarin hjá HF Karlskrona í bestu svensku hondbóltdeildini, Tróndur Mikkelsen verið darvaður av skaða.
Men í kvøld hendi tað gleðiliga, at Tróndur aftur var at síggja á vøllinum, tá Karlskrona í dysti í bestu svensku deildini vann greitt á heimavølli 30-24 á Skövde. Í steðginum var Karlskrona á odda 17-11, og teir megnaðu at halda munin í seinna hálvleiki.
Tróndur skoraði eitt mál upp á tveir málmøguleikar.
Karlskrona er nummar sjey í deildini við 15 stigum.
Komandi mikukvøld klokkan 18 verður føroyingauppgerð, tá Ísak Vedelsbøl og liðfelagarnir í Sävehof taka móti Karlskrona í Partille.











