Samtykt at stovna almannagagnligt bústaðarfelag

Tórshavnar býráð hevur nú samtykt at stovna landsins fyrsta almannagagnliga bústaðarfelag.

 

Felagið verður stovnað saman við Bústøðum í sambandi við nýggju íbúðirnar í Dalabú, sum nú skulu verða leiguíbúðir.

 

Drúgt orðaskifti var um málið á býráðsfundinum í kvøld, men málið varð at enda samtykt við sjey atkvøðum fyri, trimum ímóti og trimum blonkum, skrivar torshavn.fo í kvøld.