15 føroysk mál tá Afturelding og Fram vunnu

Tað lá væl fyri hjá Sveini Olafssyni og Dánjali Ragnarssyni í kvøld

Samansett mynd: Afturelding

Tvey føroyingalið vóru í leiki í bestu íslendsku hondbóltsdeildini í kvøld.

 

Sveinur Olafsson (myndin) og liðfelagarnir í Afturelding vunnu á útivølli á Akureyri 28-22 á KA. Í steðginum var Afturelding á odda við einum máli, 11-10.

 

Tað lá væl fyri hjá Sveini í kvøld, ið við átta málum var næstbesti málskjúttin hjá Afturelding.

 

Dánjal Ragnarsson og liðfelagarnir í Fram vunnu greiðan 38-29 sigur á Selfossi í Lambhagahøllini í Reykjavík í kvøld. Í steðginum vóru framararnir á odda 17-13.

 

Dánjal var við sjey málum triðbesti málskjúttin hjá Fram.

 

Støðan:

 

Nr.Lið:Dystir V J T Málmunur  +/- Stig
1Haukar141103474:40470 22   
2Valur141103443:40142 22
3Afturelding141013433:39736 21
4FH14815432:40329 17
5KA14806456:4560 16
6ÍBV14716432:436-4 15
7Fram14707442:42121 14
8Stjarnan14428395:420-25 10
9HK14509392:433-41 10
10Selfoss14419420:458-38 9
11Þór14239393:434-41 7
12ÍR141310439:488-49 5

Samansett mynd: Afturelding