Heilsen til SEV kórið

SEV-kórið  

 

Vit fáa eisini nakað og koma í jólahýrið 

 

Tað sigur stjórin á SEV, nú hesi løgdu leiðina inn á gólvið á Heiminum við Vallalíð. 

 

Eg eigi sjálvur eina mammu í heiminum, so tað var ein góð løta fyri búfólkini, starvsfólkini og okkum avvarðandi. 

 

Ein góð tænasta til okkum øll, tí vit kenna jú SEV fyri teirra leikluti innan el-veiting, men starvsfólkini hava eisini annað at geva, sum bæði er hugnaligt og gevandi. 

 

Hetta kann ivaleyst vera eitt hugskot til aðrar fyritøkur og felagsskapir, tí hetta gevur ein øðrvísi vinkul og ikki minst ein góðan trivna. 

 

Sigrið Sivertsen 

 

Eg kom í stutt prát við hana, sum sigur, at hon er ung enn og kann saktans geva meira innan kórsang, sum er so gevandi og gott fyri ØLL! 

 

Tað er so avgjørt gott við slíkum, tí vit hava jú fólk við ymiskum tørvi, har sangur kann geva teimum ein øðrvísi og gevandi dag. 

 

Kórið er væl skipað og riggar hepna hondin hjá Sigrið væl til júst eitt slíkt kór, sum eg slapp at uppliva í dag! 

 

Eisini dugdi hon væl at fáa lurtararnar við, sum er frálíkt. 

 

Takk fyri upplivingina og gleðilig jól! 

 

 

 

Fríðálvur A. Jensen