Tað bleiv tað reina skjótitjald, tá Hákun West av Teigum og liðfelagarnir í Füchse Berlin spældu dyst á útivølli í týsku bundesliguni móti gamla liðnum hjá Jóhan á Plógv Hansen, Flensburg-Handewitt.
79 mál vóru skotin upp á 60 minuttir í Flens-Arena høllini, har tað endaði við einum 40-39 sigri til Flensburg-Handewitt. Í steðginum var støðan javnleikur 22-22.
Hákun skoraði átta mál upp á níggju málroyndir, og hann var saman við stóra føroyavininum, Tobias S. Grøndahl toppskjútti hjá Füchse Berlin í kvøld. Mathias Gidsel skoraði sjey mál.
Füchse Berlin er nummar fimm í deildini við 22 stigum. Berlinarnir hava sjey stig upp til oddaliðið, Magdeburg sum enntá hevur spælt ein dyst færri.
Sunnudagin klokkan 15.30 er aftur dystur í bundesliguni í Max Schmelling høllini í Berlin. Tá kemur Wetzlar á vitjan.











