Erkabiskupur jarðast í Rituvík

Nemuel Babba, fyrrverandi erkabiskupur í Nigeria, verður mánadagin borin til sítt seinasta hvíldarstað í kirkjugarðinum í Rituvík, sum er heimbygdin hjá konu hansara, Kaju, og har tey hava búð hetta síðsta hálva árið.

 

Fyri góðum tveimum vikum síðani bórust deyðsboðini av Nemuel Babba, sum var fyrrverandi erkabiskupur í Nigeria og giftur við Kaju Nemuel úr Rituvík, fødd Lamhauge. Heilsa hansara hevði bilað tað nógva av einum ári, og tá ið Kaja og hann vóru yviri í USA og vitjaðu tveir av synum sínum, fekk hann staðfest krabbameinssjúku.

 

Hetta skrivar folkakirkjan.fo.

 

Tey fluttu heim til Føroya, har tey búsettu seg í barnaheimi hennara í Rituvík. Nemuel kom undir læknahond bæði her og niðri í Danmark, men heilsustøðan versnaði so líðandi, og eftir longri sjúkralegu andaðist hann í heiminum mánakvøldið 24. novembur, 72 ára gamal. Eftir hann sita konan Kaja, tríggir synir, tríggjar verdøtur og átta abbabørn.

 

##med2##

 

Jarðarferðin mánadagin 15. novembur klokkan 12 verður stroymd um heimasíðuna hjá fólkakirkjuni, folkakirkjan.fo, og sum skilst, rokna tey í Nigeria við, at fleiri túsund kirkjufólk har fara at fylgja við stroymingini, nú fyrrverandi erkabiskupur teirra verður borin út.

 

Oddamaður í kirkjuni

Mong í Føroyum kendu ella kendust við Nemuel Babba, tí tey vitjaðu javnan í Føroyum. Saman við synunum búðu Kaja eitt ár í Føroyum, frá á sumri í 1987 til í august í 1988, meðan Nemuel fór undir víðariútbúgving í USA, har hann tók kandidatprógv í gudfrøði. Frammanundan hevði hann gingið á bíbliuskúla í heimlandinum, har hann eisini tók gudfrøðiligt embætisprógv í 1981.

 

Hetta sama summarið rann saman millum Nemuel og rituvíksgentuna, Kaju Lamhauge, sum á heysti í 1969 í missiónshúsinum í Rituvík var send út sum trúboðari í donsku Sudanmissiónini, ið nú eitur Mission Afrika. Kaja og Nemuel giftust í 1982 og fingu tey eftir sløkum trimum árum teir tríggjar synirnar, Dáva, Paula og Símun.

 

Nemuel var prestvígdur í 1985, og tíggju ár seinni varð hann valdur til biskup. Í 2001 varð hann valdur til erkabiskup í kristnu luthersku kirkjuni í Nigeria, LCCN, og hetta embæti røkti hann í trý fimm ára skeið, til hann legði frá sær við eftirløn í 2016. Eitt skifti var hann forseti fyri felagsskapin fyri fleiri protestantiskar kirkjur í Nigeria, TEKAN, og røkti eisini fleiri onnur álitisstørv.

 

Ein øðrvísi jarðarferð

Kaja og Nemuel vóru sum sagt flutt til Føroya at búgva, og fremsta orsøkin til tað var, at allir tríggir synirnir búleikast á norðraru hálvkúlu, Dávur í Danmark og Pauli og Símun í USA. Við at búgva í Føroyum vóru tey nærri sínum næstringum, og tað kom at standa sína roynd, nú Nemuel gjørdist sjúkur, tí synirnir hava verið dúgligir at komið heim at vitja og vera um pápan síðstu tíð hansara.

 

Av tí at Nemuel var fyrrverandi nigerianskur erkabiskupur, verður jarðarferðin úr Rituvíkar kirkju eitt sindur øðrvísi skipað, enn vit eru von við, tí núverandi erkabiskupurin, tveir biskupar og ein prestur koma heim úr Nigeria at fylgja. Kistan kemur í Rituvíkar kirkju nú sunnukvøldið klokkan 19 og sjálv jarðarferðin verður mánadagin klokkan 12.

 

Musa Panti Filibus, erkabiskupur, og Peter Bartimawus, biskupur, koma at hava ein leiklut í sambandi við jarðarferðina, og tað hava eisini Jógvan Fríðriksson, biskupur, Ovi Brim, próstur og prestarnir, Bergur Debes Joensen og Sverri Steinhólm. Somuleiðis kann roknast við, at fleiri av prestunum í føroysku fólkakirkjuni verða til staðar, skrivar folkakirkjan.fo.