U16-kvinnurnar vunnu greiðan sigur á Íslandi

Sigrið Hansdóttir skoraði heili 15 mál fyri Føroyar

Mynd: HSF

HSF skrivar:

 

- Føroysku U16-kvinnur spældu ein góðan vinardyst móti Íslandi í dag. Eftir nakað av spenningi um miðjan seinna hálvleik, vunnu Føroyar greitt tá tað kom til stykkis, 33-27, eftir at Føroyar vóru frammanfyri 18-14 í hálvleikinum. Sigrið Hansdóttir var stóri leikarin í dystinum við heili 15 málum.

 

Føroyar spældu ein fínan fyrra hálvleik, og vóru á odda so at siga allan hálvleikin. Sigrið Hansdóttir var, sum væntað, berandi í føroyska álopinum, og vísti hon sínar dygdir frá byrjan og gjørdi fyrstu 5 málini hjá Føroyum. Hon gjørdi heili 8 mál í teir góðu 15 minuttirnar, hon var inni í fyrra hálvleiki. Munurin var bert eitt mál, 7-6 til Føroyar, eftir 15 minuttir, men vístu okkara eisini breidd og øktu um leiðsluna fram til hálvleiks. Álopsspælið var tolið, væl sett upp og komu okkara til góðar málmøguleikar í flestu álopunum. Hálvleiksstøðan var 18 – 14 til Føroyar.


Føroyar skiftu til 5-1 verju í seinna hálvleiki, men hepnaðist tað ikki so væl. Rúmini blivu ov stór á bakkunum, har okkara ikki megnaðu at halda støðunum ein móti einari. Ísland minkaði um munin, og um miðjan hálvleik var bert eitt mál á muni og føroysku venjararnir máttu taka leikbrá. Ov nógvar villur og brend skot vóru hesa løtuna. Okkara strammaðu tó í aftur seinastu 10 minuttirnar og øktu aftur um leiðsluna til endaliga úrslitið 33-27.


Dystirnir hetta vikuskiftið eru liður í fyrireikingunum til EM-undankappingina, sum verður leikt í Føroyum, Við Tjarnir, dagarnar 27. – 29. november. Føroyar eru í bólki saman við Íslandi, Turkalandi og Ísrael.


Seinni vinardysturin millum Ísland og Føroyar verður í morgin kl. 14.30, føroyska tíð. Dysturin kann stroymast her: Spiideo Play


Málskjúttar hjá Føroyum:

Sigrið Hansdóttir 15

Fía Nolsøe 5

Olivia Kristiansen 4

Aibritt á Plógv 2

Hanna Thomsen 2

Andrea Heinadóttir 2

Gyða Beata Djónadóttir 1

Poulina á Heygum 1

Súnfríða Zachariasen 1

 

Skrivar HSF.

 

Mynd: HSF