17 bátar róð út av Oyndarfirði

- Teir fyrstu dagarnar gekk skjótt at sleppa av við fiskin, men síðan gingu kassarnir undan. Í seinastuni er fiskurin blakaður upp úr bátinum við hond og koyrdur í smár í smáar kassar. Tað tekur sína tíð og kann vera strævið eftir langan og strævnan útróðrardag, sigur Louis Houmann.

Tað er nógv lív í norðanfyri í norðhavstíðini. Bæði á Eiði, Haldórsvík og Oyndarfirði liggja nógvir útróðrarbátar í februar og mars. Soleiðis er eisini í Klaksvík, men har eru so nógvir bátar alt árið, at tað merkist kanska ikki so nógv, um nakrir koma aftrat hesa tíðina av árinum.
Louis Houmann, sum var inni á gólvinum á Sosialinum í Saltangará í endanum av síðstu viku, sigur, at 17 bátar hava róð út av Oyndarfirði í vár, eitt nú fleiri bátar úr Suðuroy, sum plaga at royna við snellu norðanfyri í vártíðini.
Sum skilst, eru tað serliga útróðrarmenn av Tvøroyri og Perkeri, sum leita sær til
Oyndarfjarðar.
- Men nú eru bátarnir einir 12 í tali. Tveir bátar úr Suðuroy fóru miðskeiðis í síðstu viku, og tríggir aðrir úr Suðuroy fóru dagin fyri. Teir fyrri ætlaðu sær at royna í Sandshavinum, áðrenn teir leggja leiðina aftur til Suðuroyar, sigur Louis, sum sjálvur annar hevur verið onkran túr við útróðrarbátinum, Báruni.
Louis hevur annars verið bóndi í nógv ár, men eftirhondini gjørdist hann troyttur av hesum og fekk hug at royna okkurt annað.


Ikki farið av tíð

- Eg haldi ikki, at norðhavstíðin er av enn. Í gjár fekk onkur bátur heili 5.000 pund. Men fiskiskapurin hendan dagin var misjavnur, tí summir bátar fingu lítið og einki.
Louis sigur, at tað er ymiskt, hvussu fiskurin tekur.
- Nógv sild er í fiskinum, og hevur hann nóg mikið fyri kjaftin, er ikki vist, hann hevur so stóran áhuga í beitunum. Tað skrivar nógv á loddinum, men toskurin tekur í "rendum", sum teir plaga at taka til. Annars helt onkur fyri um dagarnar, at várfiskurin var ikki komin fyrr enn nú.
Louis sigur, at útróðrarbátarnir løgdu seg á Oyndarfjørð tíðliga í februar.
- Tað hevur ikki viðrað nakað serligt, og nú er nógv útliðið, men útróðrarmenn
siga, at okkurt várið hava teir fingið fisk út í apríl mánaða.


Strævin landing

Fiskurin, sum kemur uppá land í Oyndarfirði, fer í bili út á Fiskamarknaðin á Toftum.
- Teir fyrstu dagarnar gekk skjótt at sleppa av við fiskin, men síðan gingu
kassarnir undan. Í seinastuni er fiskurin blakaður upp úr bátunum við hond og koyrdur í smáar kassar. Tað tekur sína tíð og kann vera strævið eftir langan og strævnan útróðrardag, sigur Louis Houmann.