Prístal
Føroysku brúkaraprísirnir hava at kalla staðið í stað seinasta ársfjórðingin. 1. apríl varð prístalið sett til 100, og 1. juli er tað komið upp á 100,5. Tað vil siga, at prísirnir eru hækkaðir eitt hálvt prosent hendan ársfjórðingin, og tað er lítið, siga búskaparfrøðingar.
Hagstovan legði fyrrapartin í gjár fram eina nýggja útrokning av prístalsgrundarlagnum. Hendan er tann fyrsta útrokningin, sum gjørd er í 26 ár og var tí tiltrongd. Framløgan varð gjørd á tíðindafundi í Fíggjarmálastýrinum. Á sama fundi varð eisini ein edv-skrá til ger av tjóðarroknskapi løgd fram.
Prístalsútrokningin er gjørd við grundarlagi í hagtølum, sum Hagstovan hevur skrásett. Samstundis eru sammetingar gjørdar við húsarhaldsnýtsluna hjá einum meðalhúski í Føroyum í 1972, eins og samanborið er við nýtsluna hjá meðalhúskinum í Íslandi og í Danmark.
Okkurt frávik er, segði Hermann Oskarsson, stjóri á Hagstovuni, í og við, at føroyska kanningin bygdi á faktuell hagtøl, meðan hinar vóru sonevndar húsarhaldskanningar. Tað vil siga, at ringt verður til ymsu húsarhaldini og spurt um nýtsluna av hesum og hasum.
Tað kann geva ávís frávik, segði hann. Men tað kann avgjørt hava sínar fyrimunir at brúka hagtølini heldur enn telfonsamrøðurnar, tá eitt nú verður roknað út, hvat brúkið at tubbaki og rúsdrekka er. Tá fara hagtølini helst at geva eina rættari mynd av nýtsluni, enn metingin, sum húsarhaldið sjálvt hevur helt stjórin á Hagstovuni.
Hann segði í tí sambandinum frá eini stuttligari søgu í samband við útrokningina í 1972. Ein teirra, sum tá var við at gera útrokningina segði fyri vist, at ta ferðina var bara ein einasta fløska av brennivíni drukkin í Føroyum sambætrt teimum upplýsingum, fólk góvu. Tá varð sjálvsagt húsarhaldskanning og ikki rein hagtøl brúkt sum grundarlag.
Ymiskar áhugaverdar samanberingar eru at finna í nýggju prístalsútrokningini. Til dømis verður ofta hildið, at íslendingar brúka nógvar pengar upp á at klæða seg. Tað gera teir kanska eisini. Men tað, sum ikki verður tikið so ofta fram er, at føroyingar fylgja væl við. Sambært hagtølunum brúka føroyingar 5,4 prosent av ársinntøkuni til klæði og skógvar, meðan íslendingar brúka 5,3 prosent. Sig so tað.
Tíðindafundurin lá so tætt upp at evstamarkinum, at ikki var gjørligt at fáa nakra gjøllari viðgerð av tí áhugaverda taltilfari, sum varð lagt fram, við í blaðið hesaferð. Tað verður at bíða til seinni útgávu.