Óla J. úr Dímun
Eg las greinina hjá Johan Samuelsen í bløðunum, har hann viðger persónar við kommunistiskari fortíð og fekk fatan av, at Johan Samuelsen sær hesar persónar sum eina tað størstu hóttan móti trygdini í samfelagnum.
Eg loyvi mær hesa viðmerking, tí hetta tykist ógvuliga løgi á so mangan hátt.
Var sjálvur staddur á Keypmannarhavnarleiðini í nøkur ár fyri 25 til 30 árum síðani. Tað var tá ógvuliga in við marxistiskum lesiringum, su tað vist kallaðist, og fekk sjálvur hug at vita, hvussu hetta nú mundi vera.
Eg var, minnist meg rætt, til tvey møtir av hesum slagnum. Tímdi síðan ikki meir. Sum tú sigur, var hetta ein øgilig persóndyrkan av m. ø. Lenin, Stalin, og táverðandi sovjetiskum leiðarum. Nøkur hugtøk vóru rætt og slætt so forkastilig, eitt nú imperialisma, at tú sat við eini kenslu av, at luftin í rúminum varð dálkað, eftirat onkur á hesum møtum hevði framborið hetta orið. Mær fyrikom hetta heldur láturligt. Leiðararnir vóru ógvuliga sjálvhátíðarligir og hildu seg vera á einum ógvuliga høgum intellektuellum støði.
Tað sum fær meg at skriva hetta er tín fatan av hesum persónum sum eina verunliga hóttan í føroyskum politikki.
Sjefideologurin í ein lítlan mansaldur hjá hesi ?rørslu?, ella andaligi vegleiðarin hjá so mongum ungum føroyingi í Keypmannahavn, Rolf Guttesen, hevur alt tað eg veit búð og arbeitt í Keypmannahavn. Men eg má siga, at av disiplunum, sum eg fyrst kann koma í tankar um frá míni tíð í hesum umhvørvinum, fyinnast teir tveir, Bergur Dam og Hans Pauli Strøm sum aktivir polittikarar í Javnaðarflokkinum í dag . Báðir vóru uppstillaðir til løgtingsval seinast. Annar kom inn á ting, meðan hin var vigaður og funnin ov lættur. Hevur Johan Samuelsen trupulleikar av, at persónar við slíkari fortíð luttaka í nútíðar føroyskum politikki, ja so hevur hann ein trupulleika, hann fær ilt við at loysa .
Sjálvur haldi eg hesar persónar vera púra ófarligar. Men eg harmist og undrist yvir, at júst hesir, leiðaran inc. og helst fleiri við teimum í dag eftir skrivt og talu at døma, lovprísa imperialismuni.
Nær er ein búgvin til politiska støðutakan? Hesir hava so neyvan verið tað tá. Eru teir tað nú, ella er hetta nakað við sosiala arvinum?
Ein kann so bert vóna, at fólk sum soleiðis fundamentalt hava skift ham áður hesum viðvíkjandi, kunnu gera tað einaferð enn.