Fíggjarætlanin hjá Nes kommunu fyri 2026 varð endaliga samtykt á býráðsfundi hin 24. november. Skattaprosentið er óbroytt, 20,5, meðan barnafrádrátturin hækkar úr 7.000 krónum upp í 8.000 krónur.
- Haraftrat verður nú eisini latin kvartur systkinafrádráttur fyri barn nummar 2. Higartil hevur verið latin systkinafrádráttur fyri triðja barnið.
Í Nes kommunu vísa tey á, at broytingin merkir ein mánaðarligan lætta á 550 krónur fyri familjur við tveimum ella fleiri børnum, um eldra barnið gongur í vøggustovu.
- Gongur eldra barnið í barnagarði, er lættin 475 krónur, og lættin er 250 krónur, um barnið gongur í frítíðarskúla.
Lagt verður aftrat, at dagstovnagjøldini verða óbroytt, og frítíðarkortið verður framhaldandi 2.000 krónur fyri børn og ung í aldrinum 0-18 ár.
##med2##
Úrslitið á fíggjarætlanini hjá Nes kommunu fyri 2026 er eitt avlop á 425.000 krónur, og á heimasíðuni - www.nes.fo - kann lesast um tær íløgur, sum skulu gerast i kommununi næsta ár, og hvørji høvuðstølini eru fyri 2026.
Nettoskuldin hjá Nes kommununu er í dag 34,7 milliónir krónur, sum er 37,3 prosent av lániheimildini.
- Tá allar ætlaðu íløgurnar eru lidnar við árslok 2026, verður nettoskuldin hjá kommununi væntandi 47,8 milliónir, sum er umleið 45,9 prosent av lániheimildini.
Býráðið í Nes kommunu ynskir framhaldandi at arbeiða fyri trivnaði, framburði og burðardyggari menning við skilagóðari fíggjarstýring.
##med3##












