Í ár verður tað vakra tekningin hjá Sunnvá Rógvadóttir, sum kemur at prýða jólakortini hjá Klaksvíkar kommunu og Norðoya Bú- og Heimatænastu.
- Seinastu árini hava børnini í frítíðarskúlanum luttikið í einari jólateknikapping, har vinnandi tekningin myndprýðir jólakortini hjá Klaksvíkar kommunu og Norðoya Bú- og Heimatænastu.
Í Klaksvíkar kommunu vita tey í dag at siga, at tilsamans 80 tekningar komu inn, og tann hepni vinnarin gjørdist Sunnvá Rógvadóttir, sum gongur í 2.b á Skúlatrøð.
Tað vóru starvsfólkini hjá Estra, sum valdu bestu myndina.
Karl Johansen, borgarstjóri í Klaksvíkar kommunu og stýrisformaður í Norðoya Bú-og Heimatænastu, var og vitjaði Snjallubjallu og Garðalisu, har hann handaði Sunnvá eina gávu og fyrsta jólakortið.
##med2##
Eisini fingu børnini okkurt søtt frá borgarstjóranum.
- Frá 1. desember kunnu allar myndirnar, sum børnini lótu inn til jólateknikappingina, síggjast á hurðini í býráðshúsinum, verður lagt aftrat í Klaksvíkar kommunu.












